Skulkarar fáa durðarfjórðingin

Lagt er upp til, at lið, sum ikki møta upp til dystir, skulu tveitast úr kappingini, umframt at tað eisini skal kosta stóra bót at halda seg burtur

Tað skal hava álvarsligar av­leið­ingar við sær fyri feløg, sum eiga lið, ið ikki møta upp til ásettar dystir.
Á eftirmetingarfundinum, sum umboð fyri FSF og feløgini høvdu leygardagin, legði FSF upp­skot fyri feløgini, sum sigur, at sektin fyri ikki at møta upp til ásettan dyst skal herðast mun­andi:
Lið í 1. deild, sum ikki møtir upp, skal vísast úr kappingini, og um felagið eisini hevur lið í 2. deild, so skal tað liðið eisini vísast úr kappingini. Umframt hetta skal felagið sektast við 20 túsund krónum í bót.
Síðsta kappingarár kom tað tríggir ferðir fyri, at lið í 1. deild ikki møtti upp: 07 Vestur møtti ikki upp á Skála í 17. umfari, HB møtti ikki upp í Vági í 20. umfari, og FC Hoyvík møtti ikki upp í Vági í 25. umfari.
Skotið verður eisini upp, at lið í 2. deild, sum ikki møtir upp, skal missa trý stig og fáa 20.000 krónur í bót. Um tað endurtekur seg, at liðið ikki møtir upp, so skal liðið vísast úr kappingini og nýggj bót upp á 20.000 krónur skal rindast.
Um talan er um dyst á útivølli, so skal heimaliðið fáa helvtina av bótini sum endurgjald.
FSF leggur eisini upp til, at lið í 3. deild, sum ikki møta upp, skulu sektast. Í fyrstu atløgu við at missa trý stig og við 5.000 krónum í bót, og í aðru atløgu við 10.000 krónum í bót og við at verða tveitt úr kappingini.
Eftir umrøðuna leygardagin er tað upp til FSF at gera av, um uppskot um hesar broytingarnar í kappingarreglunum skal leggj­ast fyri aðalfundin, sum verður leygardagin 25. februar.