Reint vatn
Vágs Býráð fer nú at taka stig til at tryggja øllum borgarum og vinnulívinum í kommununi, reint vatn, eisini tá ið turkur er.
Vágbingar eru hampiliga væl fyri við vatni, men viðhvørt, tá ið turkur liggur leingi, verður vatnið uppi. Seinasta dømi um hetta var tað tiltikna turra árið 2000, tá ið vatnneyð var nógvastaðni í langa tíð, eisini í Vági.
Fyri fólkið í kommununi er hetta irriterandi, men fyri vinnulívið er tað ótolandi, tí nú eru nógv virki í Vági, sum krevja sera stórar nøgdur av reinum vatni, ikki minst stóra laksavirkið hjá Hera Hjelm.
Samstarv við SEV
Møguleikarnir at útvega Vágbingum størri vatngoymslur eru ikki av teimum bestu, so ístaðin hevur Vágs Býráð tikið upp samstarv við SEV um at fáa vatn úr Ryskivatni í Botnhaga, norðanfyri Vág.
SEV brúkar vatnið úr Ryskivatnið til elverkið í Botni, men nakað síðani gjørdi Vágs Býráð og SEV avtalu við SEV um eisini at fáa vatn úr Ryskivatni oman til Vágs.
Eftir avtaluni skal Vágs Kommuna sostatt fáa vatn úr Ryskivatni, tá ið vatngoymslurnar, sum annars eru í Vági, fara at tømast.
Jógvan Krosslá, býráðsformaður í Vági, og Dánjal Bjarkhamar, formaður í teknisku nevnd hjá Vágs Býráð, siga, at eftir avtaluni við SEV, skal ein 3.600 metra long vatnveiting nú leggjast úr Vági, niðan í Ryskivatn.
Samstundis skal ein savningarbrunnur gerast norðuri á Hálsinum, umframt at pumpur skulu setast upp við Ryskivatn.
Men samstundis skal SEV eisini byggja út.
Ætlanin er at veita vatn oman av røðini vestanfyri Hvannadal, omanfyri Vág, oman í Ryskivatn.
?Har eru stórar vatngoymslur, sum SEV ætlar at veita oman í brunnin og síðani í Ryskivatn fyri at fáa meiri vatn til elverkið, sigur Dánjal Bjarkhamar.
Tá ið vatnið í goymslunum í Vági fer at ganga undan, verður vatn veitt úr brunninum oman í goymslurnar í Vági.
Men gongur vatnið í brunninum undan, verður vatn pumpað úr Ryskivatni í brunnin.
Liðugt í summar
Eftir ætlan verður arbeiðið at leggja vatnveitingina niðan í Ryskivatn, liðugt tíðliga í summar. Fyrireikingarnar eru lidnar og pumpurnar eru bílagdar.
Jógvan Krosslá sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið beinanvegin.
Hetta er eitt tiltak sum kostar umleið eina millión krónur, men so skuldi kommunala vatnveitingin í Vági eisini nøkta tørvin hjá húsarhaldum og vinnulívi til reint vatn nógv ár fram.