Majbritt Jacobsen, Pedagogur á Dagstovninum á Argjum
Vit høvdu eina pisa kanning í fjør. Hon var vánalig. Tað kunnu vit skjótt gerast samd um, og hvat gera vit so? Ja, tað er ein góður og áhugaverdur spurningur.
Skúlin, sum vit kenna hann í dag, er ikki góður nokk – tað vísur pisa kanningin okkum. Fólkaskúlin, ið ikki hevur megna at førleikamenna næminginum á fullgóðan hátt, skal hava enn fleiri næmingar inn í 2008. Teir skulu inn á teir niðurslitnu skúlarnir, við vánaligum hølisviðurskiftum. Skúlarnir hava illa nokk pláss. til at hýsa teimum núverandi næmingunum. Nú skulu teir eisini taka tey 6 ára gomul inn… Hví? Tí tað gera hini!
Ja, tað gera hini. Men er tað harvið sagt, at vit eisini skulu gera tað? Tað stendur í álitinum, at børn skulu í skúla, tá tey eru 6 ár, men tað eru ongar grundgevingar, uttan tær, at hini gera tað.
Tað framgongur ikki greitt í álitinum, hvør kemur at taka sær av undirvísingini av teimum 6 ára gomlu. Uppá spurning um hetta á MMR, fái eg at vita, at av tí tað er innan skúlagátt, so eru tað lærarar, ið koma at taka sær av hesi undirvísing.
Um børnini skulu í skúla, tá tey eru 6 ár, hvat hevur skúlin so at bjóða, út yvir vánalig hølisviðurskifti? Um tilmæli verður fylgt, verður undurvísingatalið hækka, frá núverandi 3,6 tímar til 4 skúlatímar um dagin. Síðani skulu børnini í ein líka so fullan fríðtíðarskúla.
Er nakað alternativ?
Vit kunnu hava forskúlar í barnagørðinum.
Á dagstovninum á Argjum, hava vit tey seinastu 6 árini haft eina stovu, ið leggur seg tætt upp at einum forskúla. Tey 6 ára gomlu, ganga á einari stovu fyri seg. Her eru leikur og avbjóðingar, ið svara til teirra aldur og menning. Vit hava eina námsætlan, ið leggur upp til at børnini skulu mennast og búnast, so tey eru klár at taka ímóti tí avbjóðingini tað er, at fara í skúla. Tey fara gjøgnum eina stóra sosiala og kensluliga menning – vegna málrætta arbeiði á hesum økið. Somuleiðis læra tey at móttaka felagsboð, at taka ábyrgd, læra egnan samleika at kenna og annars hava eitt hendingarríkt ár, ið leggur bestu lunnar undir víðari menning.
Hetta gera vit millum annað, við at fara túrar. Vit vitja ymisk støð og stovnar, fyri at gera børnini varug og vitug um tað samfelag, ið er og verður teirra. Hvørja viku hava vit rokning, vit fara til fimleik og gera ymiskar uppgávur, vit hava tónleik og myndlist, umframt nógv spæl millum børnini.
Skúlasamstarv
Vit hava sera gott samstarv við Argja skúla viðvíkjandi skúlabyrjan. Í mai mánað, fáa øll børn, ið skulu byrja í fyrsta flokki á Argja skúla eftir summarfrítíðina, eitt bræv. Í brævinum verða tey boðin vælkomin í frítíðarskúlanum á Argjum, har vit fara at hugna okkum, spæla eitt spæl ella tvey og gera eina telefonbók. Tey fáa eitt papír, har tey skulu skriva sítt navn, eftirnavn, bústað, telefonnr., navn á foreldrum og hvør er teirra besti vinur. Hvørt barn hevur eina mynd av sær sjálvum við. Hesa líma vit á, áðrenn vit margfalda bøkurnar, so øll børnini fáa eitt eintak heim við. Á hendan hátt eru teir nýggju floksfelagarnir ikki so nýggir tann dagin skúlin byrjar.
Síðani verður fari oman á Argja skúla har núverandi fyrsti flokkur tekur ímóti. Hetta er nakað tey eru sera stolt av. Tey royndu jú tað sama seinasta ár. Børnini greiða nýggju næmingunum frá, hvat ein ger í teimum ymisku lærugreininum, rokning, føroyskt osf. Tey fáa høvi at heilsa uppá lærarnar, tey skulu hava eftir summarfrítíðina. At enda vera tey víst runt á skúlanum. Hetta samstarv er blivi betur ár fyri ár og verður leypandi tillaga okkara royndum og tørvi. Vit eru sera glað fyri samstarvi og síggja nýggjar møguleikar í framtíðini. Eitt nú er møguleiki fyri at lærarin kemur út á stovnin, at síggja børnini, og læra tey at kenna, í teirra vanta umhvørvið…
Tað eru nógv og sera ymisk tilboð til tey 6 ára gomlu í dag. Og tað meti eg ikki er gott nokk. Vit hava alt frá barninum, ið er heima hjá mammu síni, barnagarðin við blandaðum aldursbólkum, teimum við ongum skúlabólki, og teimum, ið hava skúlabólk eina til tvær ferð um vikuna, tey ið hava skúlabólk burturav, umframt ein forskúla.
Hóast hesar ymiskleikar, meti eg tað vera besta boðið at tað eru barnagarðarnir ið hava forskúla. Pedagogarnir hava bestu førleikar til at taka sær av menningini hjá børnum í hesum aldri.
Eg loyvi mær at ivast í um føroyski fólkaskúlin kann bjóða sama støði í aug. 2008!