Skulu børn verða vrakað?

Opið bræv til løgtingið og landsstýrið

Føroya Pro Vita
?????????????

Dugir, dugir ikki. Dugir, dugir ikki. Er tað vegurin, vit skulu fara, tá ið ræður um komandi ættarlið?
Skulu vit skilja millum børnini, hvør ið skal fáa loyvi til at liva, og hvør ið skal doyggja?
Í ymiskum blaðgreinum hesa seinastu tíðina hevur tað verið sæð sum eitt framstig, at vit nú eru før fyri at kunna finna uppaftur fleiri børn, sum líða av Downs syndrom (ella mongolismu). Ikki tí at vit kunnu lekja ella linna um hjá teimum, men einans fyri at fáa tey skild burturfrá. At hugsa sær til, hvat ið vit kundu spart, um hetta slagið av børnum varð vrakað ...
Føroya Pro Vita vil í hesum sambandi heita á landsstýrið og løgtingið um at leggja fram og samtykkja tað lógaruppskotið, sum var á lofti í 1993, og sum er soljóðandi:
»Løgtingið samtykkir at gera greiðar reglur fyri fosturdiagnostikki, ið seta bann fyri tí slagi, ið einans hevur til endamáls longu í móðurlívi at velja út tey børn, sum hava álvarsamt brek ella sjúku, til møguliga týning, og somuleiðis seta bann fyri diagnostiskum hátti, sum ber í sær vanda fyri at elva til sjálvkravda misføðing ("spontan abort").« (Løgtingsmál nr. 136/1993: Reglur fyri fosturdiagnostikki.)
?????????????
Føroya Pro Vita
Ólavur í Mittúni, Klaksvík,
Doris Heinesen, Klaksvík,
Marna Ellingsgaard, Klaksvík,
Peter O. K. Olofson, Klaksvík,
Elspa Sørensen, Norðragøta,
Sofus Gregersen, Fuglafjørður,
Eirikur Skála, Argir.

NB: Felagið Javni skal fáa stóra tøkk fyri kærleika teirra til børnini og arbeiði, tey gera fyri tey.