Skulu binda frið

Tann víðgongdi palestinski felagsskapurin Hamas hevur nú givið tilsøgn um at gevast við øllum vápnaðum tiltøkum í Gaza-geiranum.

Avtalan kom í lag týsdagin, eftir at tveir týðandi limir í Hamas fullu í slotbardaga við palestinsku løgregluna. Sambært avtaluni hevur Hamas eisini lovað at gevast við sínum rakettálopum á mál í Ísrael.

Tað hevur stóran týdning fyri teir palestinsku myndugleikarnar at fáa Hamas at binda frið. Um tríggjar vikur fara ísraelsmenn at flyta tey jødisku niðursetufólkini um Gaza-geiranum, og myndugleikarnir hava leingi stúrt fyri, at felagsskapir sum Hamas ætlaðu sær at órógva afturtøkuna. Ísraelska stjórnin hevur gjørt av at flyta niðursetufólkini úr øllum teimum 21 niðursetubygdunum í Gaza, og afturtøkan byrjar tann 15. august.