Skulu byggja 38 íbúðir fyri Bústaðir

- Samlaða byggitíðin verður hálvt triðja ár, og sambært avtaluni verður byrjað at stoypa hin 1. september, sigur stjóri, Jákup Suni Joensen.

- Vit hava bundið okkum til at byggja tilsamans 38 íbúðir fyri Bústaðir á Berjabrekku í Havn, og tað merkir, at byggingin av sethúsum og øðrum verður løgd á hillina fyri eina tíð.

 

Tað sigur stjórin í byggivirkinum, Sp/f Bulur, Jákup Suni Joensen, sum á myndini stendur undir liðini á Ása Dam, byggifrøðingi, sum eisini eigur part í fyritøkuni á Signabø.

  

Jákup Suni Joensen sigur, at byggiverkætlanin, sum Bulur skal taka sær av fyri Bústaðir, fevnir um trý byggistig, har 12 íbúðir verða í fyrsta byggistigi, 16 í øðrum og 10 í triðja og seinasta.

 

- Samlaða byggitíðin verður hálvt triðja ár, og sambært avtaluni verður byrjað at stoypa hin 1. september, men væl fyri ta tíð fara vit at rigga byggiplássið til, sigur stjórin í Sp/f Buli.

 

Byggifyritøkan hevur 15 fólk í starvi, og ætlanin er at fremja byggiverkætlanina hjá Bústøðum við teimum fólkum, sum fyritøkan hevur í dag.

 

Sp/F Bulur hevur áður bygt 22 íbúðir fyri Bústaðir á Óðinshædd í Havn.