Skulu eisini rinda fyri at eiga pengar í Norðoya Sparikassa

Nú skulu fólk, við nógvum pengum á bók, eisini rinda fyri at hava pengarnar standandi í Norðoya Sparikassa.

Tað boðar sparikassin frá í dag og orsøkin til tað er, at altjóða rentan er so lág. 

Tað merkir, at fólk, sum eiga 500.000 krónur í bankanum, ella meiri, skulu nú rinda 0,75 prosent í rentu til bankan.

Tó eru eftirlønarkontur, og kontur hjá børnum og ungum, ikki við í roknistykkinum og tey skulu sostatt ikki rinda rentur av teimum kontunum.

Samstundis verða ymisk tænastugjøld verða eisini hækkað, umframt at rentan av øðrum innlánum verður lækkað nakað.