Orðatakið sigur, at »vatn kemur aftur, har vatn hevur runnið fyrr«.
Ikki er longur fráliðið enn so, at eldri fólk minnast støðuna, tá fólk vóru heft at tí, ið "jørðin" gav. Hetta hevði so við sær, at hann, ið átti jørðina, hevði inntøkumøguleikarnar og matin, og sostatt eisini maktina, tí átti tú ikki jørð ella nóg mikið av jørð, so var tú bundin at hesum nærum sum trælur uttan sáttmála.
Vit fingu sokallaðar "vinstravendar" rørslur, ið stríddust ímóti hesi gongd, men veruliga broytingin kom, tá fæloysingar fóru í fiskivinnuna at arbeiða og við sáttmálum fingu sín part av veiðuni. Í hesum sambandi verður ikki nortið við trupulleikan hjá fiskimanninum at fáa sín part útgoldnan í reiðum peningi, men heldur verður hugsað um, at fiskimaðurin fekk sín avtalaða part, og í summum førum meir ella minni í samband við snørisfiskarí í sjálvdrátti.
Í fyrstuni vóru tað bert fáir, ið høvdu ágrýtni og fíggjarligar møguleikar at fáa skip til vega, og tí kennir søgan til nakrar "stórreiðarar"!
Í mínari tíð er nógv broytt. Fór til skips við Johanne hjá Garðamonnum í 1957. Var hetta eitt "stórt og sterkt reiðarÍ"? Eg haldi ikki. Har vóru sluppir sum Johanne, Stanley, Havgásin, City, Albert Victor, Vilhelmina v.m. at hasum slagnum. 60-ára gamlar og eldri enskar sluppir, ið føroyingar lívbjargaðu sær umborð á. Onki gullnám!
Eg minnist ikki rættuliga um hendingina, men eg minnist um stemningin í bygdini, tá menn í Sandoynni tóku hendur saman og keyptu enska trolaran, ið fekk navnið Heini Havreki. Ásannað varð, at hetta var eitt vána keyp, so eginpeningurin varð skjótt burtur og ongin inntøka. Men viljin var góður, og fólk í oynni fegnaðust um tiltakið!
Fyrst í 1960-unum vóru tøk tikin í oynni til tess at fáa til vega fiskifør: Í Skopun-Tungufossur og Ólavur Hvíti. Á Sandi- Dagstjørnan og Havsøki. Tað sum síðan er hent, og skipini, sum eru í dag, kenna øll.
Tøk hava verið tikin, eisini við almennum stuðulsskipanum og veðhaldum, men fortreytin hevur alla tíðina verið, at menn við virkisfýsni og áræði hava staðið aftanfyri ætlanina! Og væl hevur hilnast!
Tað sama er galdandi í dag. Menn hava áræði og keypa skip til at veiða úr núverandi fiskastovni, men hvussu verða hesir móttiknir av landsmonnum sínum?
Vit fingu frá løgtinginum eina sovorðna merkiliga vending sum, at "fiskiríkidømið við Føroyar er ogn føroya fólks"! Hevur tað ikki altíð verið ogn landsins? Trupulleikin av hesum er, at nú gongur hvør maður - eisini ónyttur - við einum skeyti í reyvalummanum og vísir veiði- og fiskimanninum og ávarar um ognarrættin!
Veiðan kemur ikki upp úr havinum, uttan at onkur hevur veiðitólini, og hesi kosta nógv at fáa til vega. Tann møguliga stóri vinningurin sæst ikki, fyrr enn seinni!
Í aðrari grein nevndi eg um bygdamannin, ið helt við skúvoyingin, at í Skúgvi vara lagamanni at liva, tí har er so nógvur fuglur, men skúvoyingurin svaraði: Ja, fuglurin er nógvur, - men tak hann-!!
Vaks upp í Skálavík saman við m.ø. Eiler Jacobsen, hann var væl eldri enn eg, men vit høvdu somu møguleikar, høvdu onga ogn heimanífrá at gera okkum dælt av. Hann gjørdist skipari, og seinni skipaeigari, og við hepnari hond gekk hetta væl. Við hansara fyriskipan komu stórar inntøkur til landið. Sjálvur gjørdist eg "kontórmús" og havi lutvís livað av virkinum hjá Eiler. Hvat skuldi eg gjørt við mín ognarrætt av havsins ríkidømi, um ikki menn sum Eiler fingu veiðina til lands. Og sjálvsagt hava teir ynski um vinning!
Nú venda nýsosialistarnir aftur til gamla bóndasamfelagið, tí skalt tú fleyga lunda, so skalt tú lata triðing í landpart til jørðina. T.v.s. størstu jarðaeigarar ella uppisitarar fáa størsta partin.
Nokk so áhugavert at hugleiða: Hvørjir eru teir størstu "jarðaeigararnir" í dag, ið eiga størsta partin av landpartinum av makrelinum? Jú teir hægstløntu, ið vit dagliga síggja í fjølmiðlunum lasta tey, sum royna at vinna pening til samfelagið!
Men eg ynski Líggjas og Hanus v.m. góða eydnu í strevi teirra!