Síðani fyrsta landsstýrið varð skipað í 12. mai í 1948 hava 95 fólk sitið í landsstýrinum.
Sum vera man nógv fleiri menn enn kvinnur. 79 mans og 16 kvinnur hava umboðað okkum í landsstýrinum.
Tann fyrsta kvinnan kom ikki í landsstýrið fyrr enn 11. januar í 1985. Tað var Jóngerð Purkhús úr Tjóðveldisflokkinum, sum tá gjørdist landsstýriskvinna í fíggjarmálum í samgongu millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldisflokkin, Sjálvstýrisflokkin og Kristiliga Fólkaflokkin.
Onnur kvinnan var Karolina Petersen úr Framsóknarflokkinum, sum gjørdist landsstýriskvinna í 1988 og tann triðja var Marita Petersen, sum gjørdist landsstýriskvinna í 1991 og løgmaður í 1993.
Tað er lítið, sum bendir á, at Fólkaflokkurin fer at velja eina kvinnu í tóma sessin hjá Jørgen Niclasen í landsstýrinum. Tann mest upplaga á listanum hjá Fólkaflokkinum vildi verið Annika Olsen. Men hon er so svartlistað í Fólkaflokkinum, at Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur hava lagt landsstýrissessirnar frá sær bara fyri at fáa Anniku Olsen úr varasessinum, hon hevði í Løgtinginum. Tí má tann møguleikin metast at vera útilokaður.
Næstu kvinnurnar á listanum hjá Fólkaflokkin til seinasta val eru at finna á 24., 25. og aftasta plássi við tilsamans 99 persónligum atkvøðum.
Men Fólkaflokkurin hevur so seint sum í ár víðkað kravið um karm fyri at gerast landsstýrisfólk. Tí tá Árni Skaale varð valdur til landsstýrismann, hevði hann ongantíð verið uppstillaður og var heldur ikki limur í Fólkaflokkinum.
Tað hevur kortini ljóðað, at flokkurin ætlar at finna ein royndan persón úr tingmanningini hesaferð.