FLOGBÓLTUR
Dráttur hevur klárað tað væl í kvinnuflogbólti síðstu árini. Bæði í landskappingini og í steypakappingini hava úrslitini verið góð, og sjálvt um alt ikki hevur gingið eftir vild alla tíðina í hesum kappingarárinum, so hava úrslitini tó verið á góðari leið.
Í landskappingini lógu tær leingi á odda í grundspælinum og eitt skifti í endaspælinum, men síðstu dystirnar hevur ikki gingið so væl. Tær liggja nú á triðja plássi, og vónirnar at vinna meistaraheitið eru ikki tær stóru longur.
Í steypakappingini hava tær tó megna at leikt seg fram í sjálva finaluna. Í januar mánaða vunnu tær nevniliga Mjølnir-kappingina, og tá var greitt, at tær skuldu møta KÍF í steypafinaluni.
Tær hava ein fyrimun
Torgunn Jónsdóttir hjá Drátti væntar ein spennandi dyst, men hon heldur, at KÍF kanska hevur ein lítlan fyrimun undan dystinum.
- Gongdin hjá KÍF hevur verið sera góð síðstu dystirnar. Tær hava spælt væl, og hetta hevur rættiliga givið úrslit hjá teimum. Hjá okkum hevur hinvegin ikki gingið so væl, so kanska hava tær ein lítlan fyrimun. Eingin skal tó ivast í, at vit ætla okkum at vinna dystin leygardagin.
Hon sigur eisini, at leikararnir hjá Drátti hava lagt sær í geyma, at blokkurin hjá KÍF er sera sterkur.
- Teirra sterkasta síða er uttan iva blokkurin. Seinast vit spældu ímóti teimum gav hesin okkum stórar trupulleikar. Sleppa vit fram við blokkurin, so er nógv vunnið, so hetta verður umráðandi.
- KÍF hevur eisini fleiri góðar leikarar á liðnum, sum vit skulu ansa eftir. Bæði Hjørdis Johannesen og Guðrið Syderbø eru góðir leikarar, sum kunnu nógv, so teimum skulu vit halda eitt vaki eyga við, sigur Torgunn.
Fjølbroytt lið
Torgunn metir tó, at liðið hjá Drátti er minst líka gott sum liðið hjá KÍF.
- Vit hava eitt fjølbroytt lið, og tí kunnu vit eisini leypa á frá øllum síðum. Hetta er sjálvsagt ein av okkara stóru styrkjum. Um vit faá okkara spæl at koyra, so ivist eg ikki í, at vit fara at vinna steypafinaluna.
- Tað verður tó eisini týdningarmikið, at okkara kantar klára at sláa ígjøgnum blokkin hjá KÍF. Raka tær dagin, so stendir væl til.
Seinast hesi bæði liðini møttust vann KÍF rættiliga sannførandi, og Torgunn sigur eisini at enda vóna, at hesin dysturin verður heilt øðrvísi.
- Vit hava hugt eftir tí dystinum á bandi, og tá spældu vit ikki alt ov væl. Vit mugu sjálvandi rætta uppá feilirnar frá tí dystinum, men eg vænti, at dysturin leygardagin verður heilt øðrvísi.