– Missa vit rættin til at gagnnýta hval og kóp, ber heldur ikki longur til at liva her.
Tað sigur Magni Arge, fólkatingsmaður. Týsdagin skipa hann, og hin føroyski fólkatingsmaðurin, Sjúrður Skaale, fyri ráðstevnu í keypmannahavn um at gagngnýta havsins ríkidømi burðardygt.
Í samrøðu við Rás2 vísir Magni Arge á, at ágangin frá sokallaðum umhvørvisverndarfólki ímóti rættindunum hjá okkum her í arktisku leiðunum at veiða hval og kóp, er stórur, og tað hevur elvt til stórar trupulleikar.
Hinvegin vísir hann á, at aðrastaðni er stórur áhugi fyri at vera við í samstarvinum um arktiska øki.
Men vit seta ikki hini londunum nøkur krøv um, at fyri at vera við, skulu tey eisini vera til reiðar at góðtaka okkara máta at liva upp á.
Tey lond, sum vilja vera við í samstarvinum um Arktisk, skulu eisini binda seg til at taka undir við okkara rætti til at gagnnýta havsins ríkidømi burðardygt, sigur Magni Arge.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr fólkatingsmannin greiða frá, hví tað hevur so stóran týdning at verja okkara rætt til at gagnnýta havsins ríkidømi burðardygt, eisini ríkidømið av hvali og kópi