Og hesa vikuna skulu føroyingar lata bilin standa, og bussin fara, og ganga til arbeiðis.
Tað er Fólkaheilsuráðið, sum skipar fyri útivikuni, sum verður 19. til 25. mai
Hetta er ikki fyrstu ferð, at útivika er, og Fólkaheilsuráðið sigur, at hini árini hevur undirtøkan verið sera stór, bæði á privatum arbeiðsplássum, á almennum stovnum, hjá kommunum og í fjølmiðlunum.Fólkaheilsuráðið staðfestir, at øll kenna fyrimunirnar av at seta bilin og at røra seg við at ganga.
Heilsan batnar og lagið batnar, og fyritøkurnar fáa glaðari starvsfólk og færri sjúkradagar.
Fólkaheilsuráðið sigur, at síggja fólk, at summi seta bilin, verður tað lættari hjá teimum sjálvum at seta hann eisini.
Ætlanin er, at øll skulu vera við í átakinum.
– Tey, sum hava langt til arbeiðis, ella skulu koyra ímillum bygdir, kunnu seta bilin langt frá arbeiðsplássinum og ganga síðsta teinin. Og tey, sum koyra í bussi, kunnu fara av nøkur steðgipláss áðrenn tey plagdu at fara úr bussinum og ganga tað seinasta strekkið.
– Hetta kann gerast hvør sær, men tað hevði eisini hevði verið stuttligt at fyritøkur skipa fyri felags kappingum, útferðum ella onkrum heilt øðrum, fyri starvsfólkinum, sigur Fólkaøheilsuráðið.