Skulu gjalda vatnflóðarskatt

Í Avstralia hevur Julia Gillard, forsætisráðharri, boðað frá, at fólk skulu rinda ein serligan skatt, sum skal fíggja tær ovurstóru útreiðslurnar av vatnflóðini, sum hevur herjað stór øki í seinastuni.

Tann serligi vatnflóðarskatturin kemur í gildi 1. juli og verður fyribils galdandi í eitt ár. Tað eru tó bera tey, sum forvinna meiri enn 50.000 avstralskar dollarar um árið, sum skulu rinda skattin. Tey, sum hava mist í vatnflóðini, sleppa undan eykaskattinum.

Útrokningar hjá stjórnini vísa, at tað fer at kosta 5,6 milliardir avstralskar dollarar at umvæla tað, sum vatnið hevur oyðilagt.

Tað nógva vatnið hevur serliga gjørt skaða í statinum Queensland. Myndugleikarnir ætla at umvæla skaðan sum skjótast, og teir hava millum annað givið arbeiðsleysum tilboð um arbeiði, um tey vilja flyta hagar, sigur BBC.