Skulu halda bóltinum

Páll Mohr Joensen, sum skoraði næsta HB-málið, helt eftir dystin, at tá leiðslan gjørdist tvey mál, var dysturin meira ella minni av.

- Sæð burtur frá málinum, so hendir ikki so nógv fyri steðgin. Men tá vit økja til 2-0, fer gassið av ballónini hjá teimum. Tá megna vit at koyra bóltin runt í okkara rekkjum, og so eru vit ógvuliga truplir at spæla ímóti, segði Páll Mohr Joensen.

Og so helt Páll annars, at stigatalvan sigur tað, sum skal sigast um HB.

- Tað kann vera, at vit ikki hava spælt so vakran fótbólt, sum fleiri vilja hava. Men stigatalvan sigur okkum, at vit eru ovasta liðið, og so er spurningurin vælsaktans, hvat tað er at spæla væl. Sjálvur vil eg í øllum førum heldur hava stigini, staðfesti Páll Mohr Joensen.