Skulu halda høvdið kalt

Hóast hann í nógvar mátar hevur kenslurnar uttaná, nú hann fyri seinastu ferð skal leiða StÍF-liðið inn á vøllin, so er Costin Dumitrescu ikki í iva um, at hann má vera ísakaldur, meðan dysturin fer fram

Gulldystur

Tað er ein spentur venjari hjá strandingum, sum nú ger seinastu fyrireikingarnar til stóra gullbrakið í Vestmanna. Tey trý árini hann hevur verið venjari hjá StÍF, hevur hann á hvørjum ári verið partur av steypafinaluni, men FM-heitið hevur hann ongan tíð vunnið, og nú er helst seinasti møguleikin í so máta. Costin Dumitrescu hevur nevnliga boðað frá, at hann nú flytir aftur til Rumenia, og sostatt ikki verður venjari hjá strandingum komandi ár.

Skulu hugsa klárt
Tá vit royna at fregnast um, hvussu tú sum venjari kanst fyrireika liðið hjá tær til ein slíkan dyst sum tann í Vestmanna, svarar venjarin smílandi, at hetta mest gongur fyri seg á sálarliga økinum.
- Mín uppgáva nú er einamest at syrgja fyri, at leikararnir eru klárir í høvdinum. Eg skal halda teimum til, men samstundis ræður um at finna eina javnvág. Tað er jú skjótt, at tú kanst gerast ovurspentur í slíkum førum, og tað gevur ikki nakað gott, um so er.
- Men tað er ein stórur dystur. Ivaleyst tann størsti dysturin í føroyskum manshondbólti í fleiri ár, og hetta duga leikararnir eisini at skilja. Hetta er eisini møguleikin hjá okkum at tryggja, at vit vinna nakað, hóast vit ikki vunnu steypafinaluna í ár, og í so máta kann hetta gerast besta ári hjá mær sum venjari.

Kensluborin
Og sum sagt, so verður hetta eisini seinasta árið hjá Costin sum StÍF-venjari. Og hann dylur heldur ikki fyri, at persónligu kenslurnar verða nógvar, tá hann fer á vøllin.
- Tað fer at standa nógv á. Ver vísur í tí.
- Eg haldi tað vera eitt sindur løgið, nú eg skal gevast her. Fyrr hevur tað altíð verið so, at eg gleddi meg til at koma heim. Eitt nú tá eg spældi sum yrkisleikari í Eysturríki. Men hesa ferð er tað øðrvísi. Sjálvandi gleði eg meg eisini nú at koma heim, men samstundis eri eg ótrúliga keddur av at fara úr Føroyum.
- Árini, sum eg havi havt her, hava snøgt sagt verið ótrúlig. Eg havi møtt blíðskapi, sum eg ikki trúi var til. Tað er kanska at taka ov rívan til, um eg sigi eg havi kent meg elskaðan, men eg havi verið ótrúliga væl móttkin. Hava trupulleikar verið, hava fólk alla tíðina skilt hesar, og eg haldi ikki eg kann siga, at eg hevði ynskt nakað øðrvísi hesi árini.
- Nú verður tað tó seinastu ferð á hesum sinni, men hvør veit. Kanska komið eg aftur eina aðru ferð, eru kenslubornu orðini, sum vit fáa á vegnum.
- Men tá dysturin er, havi eg ikki ráð at hugsa um hetta. Tá ræður um at vera fullkomuliga »cool«. Vit hava stríðst í 23 dystir fyri at standa soleiðis, sum vitr gera nú, og eg orki ikki tankan um, at tað skal gerast av við málmuni millum okkum og VÍF. Tá er skjótt at leita aftureftir fyri at vita, hvar eitt einstakt stig skuldi verið vunnið, og tað tænir ikki nøkrum at hugsa soleiðis, so tí vil helst sleppa undan, sigur rumenski venjarin hjá StÍF at enda.