Aftur í ár heitir Føroya ríðingarfelag á óviðkomandi um at halda seg burtur av ríðibreytini í Marknagili, nú reiðfólkini venja, og ríðibreytin verður stongd fyri ferðslu fram til 29. august.
Tað kann vera vandamikið, at fólk til gongu eru á breytini, meðan vant verður, tí onkur kann standa fyri, tá eitt ross kemur tvísporandi.
– Einki fremmandafólk rennir túr á Tórsvølli, tá fótbóltslandsliðið venur, eingin súklar á Tórsbreyt tá frælsur ítróttur venur spjótkast og eingin gongur túr við hundinum, á Sandvíkum tá Byrsumúli venur. Sjálvandi ikki, tí hetta er bæði órógvandi og í onkrum førum eisini vandamikið !
– Men á ríðibreytini hjá Føroya Ríðingarfelag við Marknagil, verður alt hetta gjørt, eisini meðan reiðfólk venja - Vit unna vanliga væl bæði fólkum, hundum og súklum at ferðast eftir breytini. Men frá nú av og til heystkappríðingin er av, síðsta vikuskiftið í august, er ríðibreytin, sum felagið sjálvt hevur goldið og ið liggur á økið vit gjalda leigu fyri, stongd fyri øðrum enn reiðfólkið. Ikki tí vit ikki vilja hava fólk eftir breytini, men av tí at hetta er beinleiðis vandamikið, bæði fyri ross, reiðfólk og sjálvandi eisini tey sum fara inn á breytina, sigur Føroya ríðingarfelag, sum heitir á fólk um at ganga sunnan fyri breytina, har Berg hestar eru.