Politikarar eiga at hugsa meiri um okkara náttúru.
Tað heldur Fuglafrøðifelagið.
Felagið vísir á, at Føroya Náttúru og Umhvørvisfelag, FNU, brúktu valstríðið sum høvi til at spyrja politikarar, hvat teir hildu um ymisk mál, náttúruni viðvíkjandi
- Flestu øll valevnini vóru samd í, at vit eiga at fáa eina nýggja náttúruverndarlóg í Føroyum, staðfestir Fuglafrøðifelagið.
Men hetta skal samstundis vera ein lóg, sum kann haldast og røkjast við eini nøktandi peningajáttan.
- Hetta er ein fortreyt fyri at framtíðartryggja burðardygga ferðavinnu, ali- og fiskivinnu í Føroyum, sigur Fuglafrøðifelagið.
Og nú valrúsurin ikki er heilt er runnin av fólki, loyvir felagið sær at koma við einari stuttari áheitan á løgtingið og komandi samgonguflokkar um at hava náttúruna í huganum, nú flokkarnir skulu mynda framtíðina.
- Vit í fuglafrøðifelagnum ynskja bert at minna tykkum á hesi lyftini, og vóna at hetta verður endurspeglað í einum komandi samgonguskjali, sigur felagið.