Skulu hava betri skil á limunum

Føroya Arbeiðarafelag hevur nú staðfest, hvør kann verða roknaður at verða virkin limur í teimum ymsu lokalfeløgunum

Føroya Arbeiðarafelag

Nú hevur Føroya Arbeiðarafelag staðfest, hvør kann verða roknaður at vera virkin limur í einum av lokalfeløgunum kring landið, sum eru limir í Føroya Arbeiðarafelag.
Tað gjørdi felagið á aðalfundi í Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið.
Tá samtykti aðalfundurin, at virkin limur eru teir, sum eru á arbeiðsmarknaðinum.
Men tey eru eisini at meta sum virknir limir, sum eru givnir á arbeiðsmarknaðinum vegna sjúku, arbeiðsvanlukku, ella øðrum, men sum framvegis eru virknir limafelag hjá Føroya Arbeiðarafelag, antin sum nevndarlimur ella tí at teir hava annað álitisstarv innan felagsøki hjá meginfelagnum
Somuleiðis eru teir roknaðir sum virknir limir, ið rinda lívstryggingargjald til Føroya Arbeiðarafelag og eisini teir limir, ið rinda til egna eftirløn. Og harafturat eru eisini tey mett sum virknir limir, ið eru arbeiðsleysir, men sum kortini rinda prosentgjald til limafelagið og Føroya Arbeiðarafelag.
Samstundis hevur hvørt lokalfelag atkvøðurætt á aðalfundinum í Føroya Arbeiðarafelag eftir talinum á teimum virknu limunum.