Skulu hava skyldu til at búgva á jørðini

Landsjørðin skal ikki einskiljast, sigur gamli dímunarbóndin

Tann almenna jørðin í Føroyum skal ikki einskiljast.

Tað heldur Óla Jákup úr Dímun.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í búnaðarmálum, arbeiðir við eini ætlan um at einskilja alla tað almennu jørðina, sum er 55 prosent av øllum lendi í Føroyum.

Í morgin leggur hann frágreiðing fyri løgtingið um at einskilja landsjørðina og næsta hósdag verður aðalorðaskifti um málið.

Ein grundgeving er, at hann heldur, at bøndur fara at leggja meiri arbeiði í jørð, teir eiga sjálvur, enn teir leggja í jørð, teir leiga.

 

Men hesin er gamli dímunarbóndin ósamdur í.

Óla Jákup úr Dímum sigur, at hann festi Dímun í 30 ár og at sigur, at hann føldi tað sum ein framíhjárætt at umsita ognirnar hjá øðrum.

- Tað var aldrin ein forðing á nøkrum øki, at tað var eitt alment festi, segði hann í Sosialinum týsdagin.

 

Og á heimasíðuni hjá Útoyggjafelagnu, staðfestir hann, at jørðin er fremsta náttúrutilfeingi á útoyggj og hevur tískil avgerandi týdning fyri framtíðarmøguleikarnar hjá fólkinum, sum har býr.

- At kalla allur vinnuligur landbúnaður í Føroyum í dag er á festigørðum, bæði garðar við mjólkeytum og við seyðahaldi.

 

Hann vísir eisini á, at stórur partur av festijørðini er ógvuliga smábýtt, eisini á útoyggjunum.

 

Hann heldur, at rætta leiðin hevði verið at lagt festi saman, so at grundarlag hevði verið fyri vinnuligum landbúnaði á teimum.

Tað var ein óheppin og óhumhugsað avgerð at gera tað loyvt at selja festibrøv, heldur gamli dímunarbóndin.

- Tað tryggjar ikki, at festi verða samanløgd, men ístaðin kunnu tey seljast sundurlutað.

 

Hann heldur eisini, at tað má setast um ein treyt, at tey, sum hava festi, skulu búgva á festinum og tey skulu hava skyldu at hava landbúnað.

 

Skal landsjørðin seljast, má tað gerast so, at tað skal bara verða áhugavert hjá teimum at ogna sær jørð, sum ætlar sær at búgva á henni og at gagnnýta hana, heldur Óla Jákup úr Dímun.