Hvørj ferð ein lóg verður smíðað í Føroyum, skulu vit tryggja okkum, at hon ikki er í stríð við altjóða sáttmálar sum eru settir í gildi í Føroyum. Í kjaksending á Rás2 upplýsti Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, at løgmálaráðið, sum hevur til arbeiðis at eftirkanna alt lógarsmíð hjá landsstýrinum, er í holt við eitt rundskriv sum verður sent øllum aðalráðunum.
Og í tí rundskrivinum verður álagt aðalráðnum, at tryggja, at hvørja ferð ein lóg verður smíðað, skulu ráðini tryggja sær, at hon er í samsvari við allar teir altjóða sáttmálar, løgtingið hevur samtykt, at Føroyar skulu geva seg undir. Hon sigur at í hesum sambandi verðu eisini hugsað um nakrar høvuðssáttmálar, sum Føroyar hava bundið seg til at fylgja.
Her er, eitt nú, talan um mannarættindasáttmálin, barnarættindasáttmálin, sáttmálin sum tryggjar rættindini hjá teimum ið bera brek og Cedaw sáttmálin sum áleggur okkum at beina allan mismun ímóti kvinnum burtur.
Endamálið er at tryggja okkum, at allar lógir, sum verða settar í gildi, eru í samsvari í teir altjóða sáttmálarnar, vit hava bundið okkum at fylgja, leggur Annika Olsen afturat.
|