- Tey, sum verða dømd fyri kynsligan ágang skulu setast í fongsul beinanvegin. Tað heldur Sirið Stenberg, tingkvinna fyri Tjóðveldi. Hon vil nú hava Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, at greiða frá, hvat hann ætlar at gera fyri at herða stríðið ímóti kynsligum ágangi.
Hon vísir á, at Løgtingið hevur samtykt, at ein heildarætlanin ímóti kynsligum ágangi skal gerast. Hon ásannar, at tað er ein bati, at Barnahúsið er sett á stovn og at fráboðanarskyldan er skerpað fráboðanarskylduni.
Men hon heldur, at tað er serliga hugstoytt, at fólk sum eru dømd fyri kynsligan ágang ímóti børnum, verða leyslatin ímeðan tey bíða eftir at verða sett í fingsul. Og at tey enntá hava gjørt seg inn á onnur børn hesa tíðina, tey ganga leys og bíða eftir at fara í fongsul. Hon vísir á, at dømi eru um htta og at hetta er bráðneyðugt at fáa fyribyrgt, so at tað ikki endurtekur seg.
Hon heldur eisini, at tað er undarligt, at brotsmaður og offur skulu fylgjast út úr rættarsalinum eftir at dómurin er feldur súrskurð, tí hetta er sum at verða fyri ágangi einaferð afturat.
- Kynslig brotsverk verða ofta framd í nærumhvørvinumm sigur Sirið Stenberg. - Tí eru nógv í teirri støðu, at tey so at siga dagliga skulu síggja brotsmannin í grannalagnum, hóast hann er dømdur og tað rakar sjálvandi tey, sum hava verið fyri ágangi, sera meint, leggur hon afturat.
|