Skulu í skúla í nærumhvørvinum

Øll børn í Tórshavnar kommunu eiga at sleppa í skúla í nærumhvørvinum – saman við børnunum í grannalagnum

Foreldur at børnum í miðbýnum og eysturbýnum Havn, ið hava fingið noktandi svar til skúlapláss í nærumhvørvinum, savna undirskriftir undir heitinum "Øll børn í Tórshavnar kommunu eiga at sleppa í skúla í nærumhvørvinum – saman við børnunum í grannalagnum", ið skulu handast borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu væntandi fyrst í komandi viku.

 

Foreldrini vísa á, at í ár eru fleiri børn í miðstaðarøkinum og í eysturbýnum í Havn, sum ikki sleppa í forskúla og 1. flokk í nærumhvørvinum saman við børnunum í grannalagnum. Tíverri vísa framrokningar hjá Tórshavnar kommunu, at trupulleikin verður minst líka stórur komandi ár.

 

Tórshavnar kommuna og Barna- og útbúgvingarmálaráðið hava í felag funnið eina loysn fyri børn í vesturbýnum og á Argjum, og tað gleðast vit um! Vit meta tó, at tað als ikki er nøktandi, at fleiri børn í kommununi ikki fáa somu sømdir sum hesi børn.

 

Vit heita tí staðiliga á Tórshavnar kommunu og Barna- og útbúgvingarmálaráðið um at finna eina loysn, so øll børn í Tórshavnar kommunu sleppa í skúla í nærumhvørvinum í ár. Vit heita eisini á myndugleikarnar um at fara undir at finna eina varandi loysn til komandi ár sum skjótast, skriva foreldrini.

 

Trýst her fyri at koma inn á síðuna, har skrivast kann undir áheitanina