Skulu ikki bara koma til Føroya at fylla búkin

Útlendingar skulu ikki bara koma til Føroya at fylla sær búkin.

Tað staðfestir Kristin Michelsen í Javnaðarflokkinum, nú Løgtingið hevur aðalorðaskifti um integratiónspolitikk nú seinnapartin.

Kristin Michelsen ger greitt, at hann tekur partvís undir við Hans Joensen, formanni í Havnar

Arbeiðsmannafelag, tá ið hann í Sosialinum í gjár mælti til størsta varsemi við at lata útlendingar koma higar at búgva.

Hann vísti á enn er tað soleiðis, at flestu útlendingar, sum koma higar, koma, tí tey hava funnið sær føroyskan maka, og ofta eiga tey eisini børn.

Men hann heldur, at vit kunnu koma í ta støðu um eina tíð, at útlendingar fara at streyma til Føroya og spurningurin er, hvussu vit eru fyri at taka ímóti teimum.

- Tað skal ikki vera sum við tjóðfugli okkara, tjaldrinum, sum bara kemur heim higar at fylla sær magan, so fer tað avstað aftur.

Kristin Michelsen heldur, at vit eiga onkusvegna at seta harðari treytir fyri tey, sum bara koma higar at arbeiða, uttan at hann kortini nágreinaði hetta.