- Eg havi sett mær fyri, at Føroyar skulu ikki fáa líka harðar ábreiðslur frá ST aftur, sum vit fingu í 2010.
Tað sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum.
Hon sigur, at tá ið Føroyar seinast vóru til eftirmeting í ST í sambandi við rættindini hjá børnum, fingu vit nógvar ábreiðslur, tí at vit verja ikki rættindini hjá børnum nóg væl.
Eitt, ST átalaði okkum fyri, var, at vit hava ikki nóg góðar fyriskipanir at seta í verk í sambandi við kynsligan ágang ímóti børnum og harðskap ímóti børnum annars.
ST gav okkum eisini ábreiðslur fyri, at vit ikki hava nøkur hagtøl fyri, hvussu umfatandi hesin trupulleikin við kynsligum ágangi, og øðrum harðskapi ímóti børnum, er í Føroyum.
Annika Olsen sigur, at eitt tiltak, sum er sett í verk, er, at fráboðanarskyldan ísamband við ágang ímóti børnum er herd.
Samstundis er peningur settur av til eitt Barnahús og tað letur upp í ár.
Barnahúsið er eitt slag av tilbúgving til børn og ung, sum eru fyri kynsligum ágangi, og harðskapi annars.
Endamálið er, at í Barnahúsinum skulu læknar, sálarfrøðingar, løgregla og onnur við komandi fakfólk samstarva og vera saman um barnið.
Heldur enn at barni skal ferðast frá myndugleika til myndugleika, skulu myndugleikarnir samstarva um barnið, so at kanningar og eygleidd kunnu fara fram undir tryggum umstøðum.
Samstundis skal Barnahúsið tryggja okkum, at vit fáa nágreinilig hagtøl fyri, hvussu umfatandi kynsligur ágangur ímóti børnum er.
Annika Olsen sigur, at ST hevur eisini átalað okkum fyri, at vit ikki hava eitt óheft barnaumboð, sum skal verja rættindi hjábørnum.
- Tað barnaumboðið verður nú sett og tað skal tryggja, at vit lúka treytirnar í barnarættindasáttmálanum hjá ST, sigur landsstýriskvinnan.