Skulu ikki revsast fyri góð úrslit í Evropa

(Ljóðbrot) Hoyr hvat fótbóltspanelið hevði at siga um m.a. trongu dystarskránna hjá Víkingi

Fótbóltspanelið á Rás2 í dag, sum varð mannað við Eliesari Olsen, André Olsen og Tróndi Arge viðgjørd eisini spurningin um trongu dystarskránna hjá liðum - í hesum førinum Víkingi - sum eru komin langt í Evropa.

 

Yvirhøvur eru menn samdir um, at tað eigur ikki at verða ein revsing at koma langt í evropeiskum kappingum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr tað, sum panelið hevði at siga um hendan spurningin.