Skulu klára okkum við ella uttan olju

-Men í einum komandi royndarboringarumfari og møguligari oljuvinnu eigur tað at standa øllum oljufeløgum greitt: At tey verða ikki bert partur í at byggja eina oljuvinnu. Tey verða partur í at byggja eina sjálvstøðuga tjóð ? eina lítla, men sterka tjóð, sum vil taka sína ábyrgd í heiminum. Og sum vil tryggja at tey størstu virðini: okkara mál, okkara mentan, okkara bústaðarmynstur, okkara samhaldsfesti og alt tað, sum undanfarin ættarlið hava bygt upp, skulu menna seg í komandi ættarliðum.

At fyrsta útbjóðingarumfar á føroyskum øki nærkast sæst ikki minst av teimum mongu vitjanum, sum Oljufyrisitingin hevur fingið í seinastuni. Herfyri vitjaðu nakrir av oddamonnunum í trimum av oljufeløgunum,

sum eru virkin á Føroyaøkinum, her fyri fyrstu ferð. Teir eru William Maloney frá Texaco, John Williams frá Conoco og David Wood frá Murphey.

Teir møttu umboðum fyri Oljumálastýrið og hittu teir eisini Høgna Hoydal, landsstýrismann við ein døgurða. Eyðun Elltør, oljumálaráðharri var burturstæddur, og vildu útlendsku oljustjórarnir fegnir hitta annað umboð fyri landsstýrið fyri m.a. at verða kunnað um politisku gongdina í Føroyum.

Tá Sosialurin eftir almennu vitjanina hitti umboðini fyri tey trý oljufeløgini var hýrurin góður. -Vit hava havt ein sera góðan fund við fólk frá Oljumálastýrinum. Tað er okkara varhugi, at tað gongur væl hjá føroysku myndugleikunum at leggja seinastu hondina á fyrireikingarnar til útbjóðingina. Vit eru tí eisini sera spentir um, hvussu treytirnar verða til hesa útbjóðing sigur William Maloney frá Texaco. Hann dylur ikki fyri, at fyri teir hevur tað nógv at siga, hvussu treytirnar verða. Eisini John Williams frá Conoco er spentur um, hvussu treytirnar verða. Hann metir Føroyaøkið áhugavert, ikki minst nú tá Conoco er rættiliga virkið í bretskum øki, og har hevur vunnið sær bæði vitan og royndir.

Sjálvur heldur hann eisini, at hetta verður ein spennandi útviklingur fyri eitt lítið land sum Føroyar. Tað hevur eisini verið sera áhugavert at tosa við landsstýrismannin í sjálvstýrismálum um tey politisku málini, sum arbeitt verður við. Eisini umboðið fyri Murphey dámar væl í Føroyum. David Wood kemur beinleiðis úr New Orleans til Føroya. Hann er ein av oddamonnunum í Murphey Oil, sum sær stórar møguleikar á Atlantsmótinum. -Vit vóna, at úrslitini við Føroyar verða eins góð og tey í Norðsjónum. Vit síggja tí fram til 1. útbjóðing. Eisini hann heldur tað hevur verið áhugavert at tosa við landsstýrismannin, sum sær positivt uppá framtíðina. Samanumtikið eru tey trý umboðini væl nøgd við teirra fyrstu vitjan í Føroyum.

Hóast Texaco bólkurin er komin væl áleiðis við sínum kanningum, so meta teir tað ikki realistiskt at bora fyrr enn ár 2001. Enn hava teir onga boripall tøkan, men teir vóna at hava ein til ta tíð. Hvat viðvíkur royndunum hjá Greenpeace at steðga allari oljuleiting á Atlantsmótinum so siga umboðini fyri tey trý oljufeløgini, at tað enn er ov tíðliga at siga nakað, hvat fer at henda, nú Greenpeace og bretska stjórnin hava verið í Hægsta Rætti í London við málinum. Tað er óvist, hvørjar - um nakrar - avleiðingar tað fer at fáa fyri Føroyar, um Greenpeace fær viðhald í rættinum - og um t.d. Greenpeace eftir tað fer at fyritaka sær nakað í føroyskum øki.


Høgni Hoydal kunnaði um fullveldisgongd

Nú tað ikki eydnaðist umboðum fyri Texaco-bólkin at hitta landsstýrismannin í oljumálum høvdu tey ynski um at hitta landsstýrismannin í sjálvstýrismálum.

Eftir fundin teirra millum spurdu vit Høgna Hoydal, hvat teir høvdu tosað um.

-Eg greiddi frá um mítt málsøki, nevniliga ætlan landsstýrisins um at skipa Føroyar sum eitt land við fullveldi.Høvuðsdentur varð lagdur á, hvørji endamálini eru fyri at fáa evsta vald og ábyrgd av landinum. Lyklaorðini í gongdini eru: Fólkaræði, ábyrgd, stabilitetur og fleksibilitetur (á enskum: democracy, responsibility, stability and flexibility).Høgni Hoydal sigur víðari, at hann legði dent á, at høvuðsfortreytin fyri, at Føroyar kunnu taka av teimum stóru avbjóðingum, sum eru í komandi øld, er, at vit hava fulla ábyrgd av landinum og fult ræði á okkara viðurskiftum við umheimin.

-Okkara mentan, okkara bústaðarmynstur og okkara sosiala trygd má tryggjast við at hava fulla búskaparliga og politiska ábyrgd av landinum. Annars kunnu avbjóðingar sum møgulig oljuvinna, nýggj vinnulívsmenning og at tryggja somu møguleikar og vælferðartilboð til allar borgarar, gerast ógjørlig at hava ræði á.

Landssstýrismaðurin greiddi eisini frá, hvussu politiska gongdin og búskapargongdin hevði verið gjøgnum hesa øldina. Har sambandið millum politikk og búskap hevði verið merkt av stórum óstabiliteti. Har vit ikki hava verið í eini støðu, har signal frá altjóða heiminum hava rinið við. Har vit eftir heimastýrið, støðugt hava brúkt meira enn vit framleiða og at vit í 80?unum harafturat læntu okkum á ørmundarhús, við ræðuligum sosialum og mentanarligum avleiðingum.

Landsstýrismaðurin vísti eisini á, at vit mugu fáa ábyrgdarkarmarnar fastar til tess at tryggja, at øll politisk orka kann brúkast at brynja okkum til avbjóðingarnar, heldur enn at skeldast um, hvør skal gjalda ella at tosa um, hvussu lítið vit megna.


Vansar og styrki

Nú oljumál hoyra undir øðrum landsstýrismanni hevur landsstýrismaðurin í sjálvstýrismálum ikki oftani havt høvi til at hitta umboð fyri útlendsk oljufeløg og at kunna greiða frá tí politikki, ið samgongan stendur fyri eitt nú mótvegis umheiminum.

Nú hann fekk hetta høvið að var tað tí eisini náttúrligt hjá landsstýrismanninum at lýsa bæði vansar og styrkina í eini lítlari tjóð sum tí føroysku.

-At tað er stutt milllum allar partarnar í samfelagnum kann sjálvsagt skapa trupulleikar og gera tað verri at skilja sundur millum persónlig og heildaráhugamál. Men tað kann hinvegin brúkast sum ein øgilig styrki. At allir borgarar í veruleikanum eru við í teimum stóru avgerðunum og kunnu skoða ígjøgnum tær avgerðir, ið verða tiknar. At einhvør føroyingur kann fara inn til løgmann ella hitta hann á Leirvíkskei er ein øgilig styrki fyri fólkaræðið. At vit kunnu samskipa millum alment og privat uttan eitt ovurstórt og torgreitt bureaukrati kann eisini verða ein styrki. Tað gevur møguleika fyri fleksibiliteti. Og um fleksibilitetur verður brúktur rætt, so kann hann júst skapa stabilitet. Tað krevur bert greiðar linjur og greiðar avtalur, ið kunnu viðgerast í almenninginum.

Høgni Hoydal greiddi eisini oljuumboðunum frá, at á øllum teimum økjum, har vit hava tikið ábyrgd, hevur tað elvt til menning og prógv um, at vit klára okkum framúr væl í altjóða høpi: -Eg vísti til okkara fiskiveiði- og samstarvsavtalur við onnur lond og ikki minst undirgrundina og fyrireikingar til oljuvinnu. Vísti í hesum sambandi eisini á týdningin av umhvørvinum og at spurningurin um náttúru- og umhvørvisvernd ikki er eitt val hjá føroyingum. Tað er ein treyt fyri at yvirliva ? búskaparliga og mentanarliga. Vísti á, at tað livandi tilfeingi, sum kann endurnýggjast ? menniskjalig virðir, royndir og vitan og djóra- og plantulív ? er tað sum okkara framtíð skal byggja á. Í hesum sambandi varð eisini nevnt, at føroyingar í hesi øldini gjøgnum útróður og fjarfiskiskap hava verið undangongufólk í at troyta virðir og tilfeingi um alt norðuratlannshav, og at royndirnar og kunnleikin hjá okkara fólki, er eitt gott grundarlag fyri at taka ímóti avbjóðingunum í framtíðini.


Oljuinntøkur og blokkur

Tosað varð eisini um spurningin hvørt møguligar oljuinntøkur ikki kundi gerast ein nýggjur ?blokkstuðul?, ið avlagar restina av vinnuni og búskaparligu javnvágina vísti landsstýrismaðurin á búskapargrunnin, sum er umrøddur í Hvítubók og at bæði alllir politiskir flokkar helst eru samdir um, at tað ræður um at tryggja stabilitet og virðir fyri komandi ættarlið.

At enda í frágreiðing síni fyri oljustjórunum greiddi Høgni Hoydal frá, at landsstýrið ikki í síni sjálvstýrisgongd byggir á dreymir um stórar oljuinntøkur.-Vit skulu klára okkum sjálvi við ella uttan olju og klára okkum væl. Men í einum komandi royndarboringarumfari og møguligari oljuvinnu eigur tað at standa øllum oljufeløgum greitt: At tey verða ikki bert partur í at byggja eina oljuvinnu. Tey verða partur í at byggja eina sjálvstøðuga tjóð ? eina lítla, men sterka tjóð, sum vil taka sína ábyrgd í heiminum. Og sum vil tryggja at tey størstu virðini ? okkara mál, okkara mentan, okkara bústaðarmynstur, okkara samhaldsfesti og alt tað, sum undanfarin ættarlið hava bygt upp, skulu menna seg í komandi ættarliðum.