Tað stendur í uppskoti, sum Bjarni Kárason Petersen hevur lagt fyri tingið, og sum verður viðgjørt á næsta tingfundi, sum verður týsdagin 5. september.
Í samgonguskjalinum er ásett, at rúsdrekkaframleiðarar skulu fáa heimild at selja alla framleiðslu sína á framleiðslustaðnum.
Sambært galdandi lóggávu hevur Rúsdrekkasøla Landsins einkarætt at innflyta og selja rúsdrekka. Matstovur og onnur, sum hava skeinkiloyvi, kunnu kortini skeinkja rúsdrekka, og bryggjarí, sum hava fingið loyvi til tess frá Loyvisnevndini, kunnu í egnum sølubúðum selja sína egnu framleiðslu, tó bara framleiðslu, sum í sær hevur í mesta lagi 5,8 rúmprosent av alkoholi.
Lógaruppskotið, sum Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður, nú hevur lagt fram, hevur til endamáls at loyva rúsdrekkaframleiðarum í Føroyum at selja sína egnu framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, á framleiðslustaðnum.
Við hesum lógaruppskotinum fær Loyvisnevndin heimild til eisini at loyva framleiðarum at selja sína framleiðslu, sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, frá sjálvum framleiðslustaðnum í sambandi við gestavitjanir o.tíl. Slík søla verður ikki loyvd frá øðrum sølubúðum, sum framleiðarin hevur, og sum ikki eru á framleiðslustaðnum.
##med2##
Mett verður, at tað í størsta mun verða útlendsk ferðafólk, sum fara at keypa rúsdrekka í samband við vitjanir á framleiðslustaðnum. Vitjandi kunnu tó vera bæði útlendingar og føroyingar. Mett verður eisini, at hetta ikki fer at økja um útbreiðsluna og nýtsluna av rúsdrekka í Føroyum.
Uppskotið hevur við sær, at hóast Rúsdrekkasølan í útgangsstøði hevur einkarætt at selja rúsdrekka sum í sær hevur meira enn 5,8 rúmprosent av alkoholi, so kunnu fyritøkur, sum framleiða rúsdrekka í Føroyum, fáa loyvi frá Loyvisnevndini at selja egna framleiðslu við hægri alkoholprosenti, beinleiðis frá framleiðslustaðnum.
Við uppskotinum til nýggja rúsdrekkalóg verður skotið upp, at galdandi rúsdrekkalóg fer úr gildi, tá nýggja lógin kemur ístaðin.