Men hetta er ikki ein løtt uppgáva, tá eg ikki veit petti, um hetta er rætti mátin. Og hvussu veit eg, nær hesi børnini veruliga eru skúlaklár??Hvussu veit eg, at tað er nakað høpi í tí, eg geri? Her er ongin, ið hevur eftirlit við tingunum. Tað er lítið og onki kjak í gongd um hetta evnið. Og í Føroyum er tað als ikki krav, at hesi børn yvirhøvur møta upp í barnagarðinum. Tey kunnu fyri tað liggja heima í songini og sova dagin burtur.
Fyrr enn barnið verður skrivað inn í skúlan til 1. flokk, er tað ongin ið setur barninum krøv. Jú, gaman í, barnagarðarnar royna sítt besta, og foreldur kunnu eisini gera sítt, meira enn so, men tað er so tað einasta. Tað sum eg sum námsfrøðingur eftirlýsi, eru onkrar reglar ella annað, ið greitt lýsir hvat børnini, ið skulu í 1. flokk skulu duga, hvussu skulu tey verða fyri?
“Hvat skulu børnini duga, tá ið tey koma í skúla?” eitur ein grein, ið stóð í Pædagogblaðnum fyri jól. Sera góð grein, ið varpar ljós á, hvat ið skal til fyri at eitt barn kann fara í 1. flokk. Gott at hava okkurt at halda seg til, tá ið ein arbeiðir við børnum í hasum aldrinum. Men øll børn í Føroyum eru ikki á sama støði, tá tey byrja í 1. flokki. Kanska er tað tí, at 1. flokkur er tann truplasti flokkurin at fáast við í Fólkaskúlanum, sum tað eisini stendur í somu grein.
Eg veit eisini, at í nógvum barnagørðum hava tey meira skipaði viðurskifti viðvíkjandi teimum 6 ára gomlu. Veit eisini, at 6 ára gomul børn aðra staðni verða kannaði, fyri at síggja um tey nú veruliga eru skúlaklár. Men tílíkt hendir so ikki á Sandoynni, tað veit eg so avgjørt. Tað skal tó eisini sigast, at tað at nýta barnagarðar í Sandoynni er rættiliga nýtt. Fyri 7 – 8 árum síðani var als ongin barnagarður í oynni .
Havi frætt,at t.d. í Vági, fara tey 6 ára gomlu børnini ígjøgnum eina kanning, áðrenn tey yvirhøvur sleppa innum skúlagátt, har tey skulu royna seg í ymiskum royndum. Har er eisini ein skipað stova, hvar børnini, ið skulu í skúla, ganga. Tað sama er í flestu barnagørðum í miðstaðarøkinum.
Forskúli, skúlabólkur, skúlastova, firvaldar, ella hvat vit nú vilja kallað tað, so er tað neyðugt við einum ella øðrum betri skipaðum dagilgdegi fyri børnini, ið skulu gerast skúlaklár. Fólkaskúlin er ein skúli, ið er fyri øll børn, og tað er ein lóg sum sigur, at øll børn í Føroyum skulu ganga í skúla. Men nær verða barnagarðar fyri øll børn, nær fer hann at eita fólkabarnagarðurin? Nær fer tað at standa í dagstovnalógini, at børn í barnagarði skulu gerast skúlaklár? Kanska vit enntá høvdu fingið betri PISA-úrslit, um børnini fingu eina øðrvísi skúlabyrjan.
Tað kann gott verða, at eg ikki havi fylgt nóg væl við í samfelagsrákinum, og at viðuskiftini eru øðrvísi, enn eg haldi, men so má onkur vakja meg og gera meg vara við hetta. Havi einans verið námsfrøðingur í eitt lítið ár. Og tá eg las, var tað ikki við í pensum at gera børnini skúlaklár.
Vinarliga og við vón um eitt gott kjak um evnið