Skulu nú kanna møguleikarnar fyri grønari ferðavinnu

Í sambandi við at Ferðaráð Føroya leggur nú doyin á at kanna møguleikarnar fyri at menna grøna ferðavinnu í Føroyum. Í hesum sambandi helt Inga Gunnarsdóttir úr Íslandi áhugaverdan fyrilestur um hetta evnið fríggjadagin. Inga sjálv bjóðar fram grøna ferðavinnu í Íslandi til amerikumenn

Føroysku umboðini rendu seg í Ingu Gunnarsdóttir á Vestnorden Travel Mart, sum var í Grønlandi í september í fjør. Inga er sjálv ferðasmiður, sum tað nevnist, og arbeiðir serliga við at bjóða fram grøna ferðavinnu.

Íslendski ferðasmiðurin roynir fyrst og fremst at fáa amerikumenn at vitja í Íslandi.

Ferðaráð Føroya, sum í síni lutvíst stuttu livitíð er komið sera langt við arbeiði sínum, hevur sett sær sum mál í 1998 at fremja og menna innlendis ferðavinnuna, og harundir at kanna møguleikarnar fyri grønari ferðavinnu. Tað var tí kærkomið høvi at renna seg í Ingu, og skjótt var avtala fingin í lag um at fáa íslendingin hendavegin at halda fyrilestur um grøna ferðavinnu.

Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya sigur, at tey bjóðaðu Ingu at ferðast runt landið til tess at hon kundi kanna føroysku viðurskiftini við atliti til grøna ferðavinnu. Hetta gjørdi Inga Gunnarsdóttir so, og úrslitið er síðani sett upp í sonevndu SWOT-skipanina, ein skipan ið verður nýtt innan ferðavinnuna. Henda skipan býtir ferðamálini upp í fýra bólkar: Styrki, veikleikar, møguleikar og hóttanir.


At sær komin ferðafólk

Í fyrilestrinum nam Inga Gunnarsdóttir við ferðavinnu í breiðum týdningi, men gjørdi sjálvsagt mest burturúr grønu ferðavinnuni.

Hon vísti á, at náttúruligt, samfelagsligt og mentanarligt umhvørvi er grundarlagið undir ferðavinnu. Tilfeingið verður brúkt, tá ferðast verður, og kann ikki endurnýtast ella endurvinnast. Tí er avgerandi neyðugt, at tey, ið skipa ferðavinnuna hava hetta í huga.

Ferðafólkini sjálvi eru nógv meiri at sær komin í so máta, og geva umhvørvinum gætur. Roknast kann eisini við, at tær fyritøkur, ið ikki kenna sær ábyrgd í so máta, fara at detta burtur ímillum, meðan tær ábyrgdarfullu fyritøkurnar fara at fáa fleiri viðskiftafólk.

Inga vísti á dømi um, at ferðamál heilt hava mist alt á gólvið, av tí at tey, ið skipaðu fyri, ikki vóru sær umhvørvið vís. Nevndar vóru strendur við Adriatarhavið, sum vórðu stongdar fyri ikki so langari tíð síðani, tí at sjógvurin var vorðin fullur av algufloru.

Tí verður rátt til at taka í egnan barm, tí tann tíð kann koma, tá eingi órørd og óspilt støð eru eftir, og einasti møguleiki tá hevði verið ferðir út í rúmdina.


Ferðavinnan stór vinna

At hetta kann gerast ein trupulleiki ? og kanska í ringasta føri veruleiki ? sæst best út frá nýggjum kanningum sum vísa, at ferðavinna er um at gerast meiri umfatandi enn oljuvinnan. Um ferðavinnan í heiminum verður samanborin við eitt land, hevði hetta verið triðríkasta landið í heiminum.

Og ferðavinnan er alsamt vaksandi. Metingar hjá altjóða ferðavinnuráðnum siga, at ár 2000 verða 638 mió. ferðafólk, harav 53% ella 338 mió. í Europa.

Í 1991 ferðaðust 450 mió. ferðafólk í øllum heiminum. Inntøkurnar av hesum ferðafólkum vóru umleið 330 billiónir dollarar, sum svarar til 6% av bruttoinntøkunum í heiminum. Roknað verður við, at ár 2005 verður talið av ferðafólki tvífaldað.

Stóra talið av ferðafólkum merkir sjálvandi eisini, at talið á fólki, ið arbeiðir innan ferðavinnuna, er rættiliga stórt. Í dag starvast eini 127 mió. fólk innan hesa vinnu, og tað er eitt starvsfólk út av hvørjum 15, sum starvast innan ferðavinnuna.

Vandi er sjálvandi fyri umhvørvinum, serliga har hópferðavinna er, og tí ræður um hjá teimum, ið skipa fyri, at hugsa um sítt nærumhvørvi.


Vandarnir eru stórir

Serliga har talan er um hópferðavinnu, eru vandarnir stórir, bæði hvat viðvíkur umhvørvi og samfelagnum í síni heild. Dømini eru mong um, at bæði umhvørvi og fólk eru spilt av ov stórari ferðavinnu samantvinna við ov lítlum fyrivarni hjá fyriskiparunum.

Ferðafólk vænta eina ávísa tænastu, tá tey fara út at ferðast, og á stóru ferðavinnuplássunum er útboðið eisini rættiliga stórt. Men vandin er, at hesar tænastufyritøkur dálka umhvørvið, umframt at lokalsamfeløg og mentanarsamfeløg kunnu blíva burtur í ferðafólkastreyminum.

Dømini um hetta er óhugnaliga nógv, tó at tey ikki her skulu remsast upp. Men bæði áir, vøtn, strendur, drekkivatn, jarðar- og skógarlendi, dýr og plantur kenna árinini av ferðavinnuni, eins væl frá skipum og bilum sum frá spillvatni frá fyritøkum

Bygdir mugu ofta víkja fyri hotellum og verða í fleiri førum lagdar heilt í oyði, og á sosiala økinum kunnu ofta vanlukkur standast av ferðavinnuni, tá bæði kriminalitetur, rúsevnismisnýtsla og skøkjulevnaður stingur seg upp.

Men alt er ikki til tað ringa. Dømi eru eisini um, at mentanarøki verða endurkveikt sum ein beinleiðis avleiðing av trýsti frá áhugaðum ferðafólki.


Hvat er grøn ferðavinna?

Í fyrilestrinum greiðir Inga Gunnarsdóttir frá, hvat grøn ella vistfrøðilig ferðavinna er.

Hugtakið vistfrøðilig (ella grøn) ferðavinna verður lýst á ymsan hátt. Tað er at verja náttúruligt umhvørvi og tilfeingi, og stuðla teimum, ið búgva har.

Grøn »eko« ferðavinna er at hyggja at og uppliva náttúruna við at vitja tjóðargarðar (reservat), hyggja eftir fuglum, hvalum, eko safariferðir. Og hinvegin vistfrøðiligur ferðaháttur, t.e. súkkla, klintra í fjøllunum, ganga og »river rafting«.

Grøn ferðavinna leggur dent á, at fólk eru ábyrgdarfull og duga at bera seg at.

Ferðamaðurin skal ikki taka nakað við sær uttan myndir, og einki annað uttan fótaspor skulu liggja eftir hann. Týdningarmikið er, at árinið er minst møguligt og at ferðamaðurin fær høvi at njóta náttúruna og mentanarvirðini í landinum.

Vistfrøðilig ferðavinna er tað mest áhugaverda innan fyri vinnuna nú. Altjóða ferðamálaráðið metir, at áhugin veksur 30% í heiminum.


Marknaðurin broytist

Ferðamynstrið broytist soleiðis, at ferðafólk úr vælferðarsamfeløgunum ynskja at fara til lond í triðja heiminum. Tey vilja uppliva okkurt ókent, ævintýr. Ferðavinnan verður meiri virkin, sjálvstøðugari, og setir tí størri krøv til umhvørvið.

Altjóða ferðaráðið spáar, at ævintýraferðavinna verður høvuðsferðavinnan í framtíðini. Tað er ferðavinna, sum hevur einar tvær ella fleiri tættir av hesum: umhvørvi, at vera úti, náttúra, dirvi, spenning og váðan.

Nærum helvtin av øllum ferðafólkum, sum vitja Costa Rica, fara hagar vegna regnskógirnar í tropunum. Antarktika ? Suðurpólurin ? dregur til sín fleiri og fleiri »grøn« ferðafólk. Seinastu fýra árini eru tey vorðin fýra ferðir so nógv ella 8000 ferðafólk.

Viðskiftafólk fáa meiri og meiri vald, og fyritøkur í ferðavinnuni koma undir alsamt meiri trýst og mugu venja seg við at nýta økologiskan arbeiðshátt.

Kanningar vísa, at tann vitandi, vani og »grøni« ferðamaðurin ynskir ikki at halda summarfrí har, sum alt ov nógv onnur fólk eru, har dálking er ella har sosialir og mentanarligir trupulleikar eru.