Skulu nú rinda eitt ár longri

Gjaldið er ikki broytt í 18 ár, men nú skal tað leggjast í eina fasta legu

Sum vit skrivaðu í gjár, er ætlanin at broyta barsilsskipanina, so at tað hægsta útgjaldið hækkar. Gjaldið úr barsilsskipanini til pinkubarnaforeldur, er ein mánaðarløn, men kortini kann gjaldið, í mesta lagi vera 25.000 krónur um mánaðin. Hetta hámarkið hevur staðið í stað í 18 ár, hóast lønirnar, sum heild, eru nógv hækkaðar. Tí verður hámarksgjaldið nú hækkað 2.000 krónur, upp í 27.000 krónur um mánaðin, umframt eftirløn.

 

Men hetta fer at føra eina eyka útreiðslu fyri barsilsskipanina við sær upp á 5,8 milliónir um árið og fyri at skipanin framhaldandi skal bera seg, verður eisini neyðugt at hækka inngjaldið. Gjaldið til barsilsskipanina er 0,86 prosent av lønini, men hetta hevur við sær, at barsilsgjaldið hækkar upp í 0,89 prosent av lønini.

 

Men ein onnur broyting verður eisini gjørd, sum fer at gera barsilsskipanini meiri inntøkur. Tey, sum rinda til barsilsskipanina, eru tey í aldrinum frá 16 ár til og við 66 ár. Men nú skulu øll rinda til tey røkka aldrinum at fáa fólkapensjón og sostatt verður aldursmarkið nú hækkað upp í 67 ár.

 

Eftir lógini hækkarfólkapensjónsaldurin upp í 67 ½ ár í 2025 og í 2030 hækkar hann síðani upp í 68 ár. Fyri at tað ikki skal vera neyðugt at broyta aldursmarkið í barsilslógini fleiri ferðir, verður nú ásett, at aldursmarkið skal fylgja fólkapensjónsaldrinum. Ein onnur broyting er, at Í lógini er nú eitt nýtt slag av pensjón, sum nevnist »framskundað pensjón«, og barsilsgjald eigur ikki at verða rindað av hesi pensjón. Talan er ikki um ein nýggjan bólk, men heldur at nøkur fólk,  nú fáa framskundaða pensjón ístaðin fyri staðin fyri fyritíðarpensjón. Nú skal lógin um barsilsskipanina broytast so at at ongin ivi er um, at barsilsgjald ikki skal rindast av framskundaðari pensjón.