Skulu Palleba og Marsanna aftur gjalda ferðaseðlarnar?

Gleðin við tveimum flogfeløgum kann skjótt gerast stokkut og ein dýrtkeyptur løtuvinningur. Skal landskassin tá innaftur at stuðla okkara stolta flogfelagið, sum nú klárar seg uttan landskassastuðul? Skulu tá Palleba og Marsanna innaftur at stuðla teimum, sum flúgva og kanska sjálvi ikki hava ráð at flúgva?

Sum kunnugt, so hevur SAS søkt um loyvi at byrja flogleið millum Vágar og Keypmannahavn. Í fyrst umfari verður hetta allarhelst gott fyri kundan og fyri okkum føroyingar. Alt annað líka gevur frí kapping lægri prísir. Ynski eisini at leggja dent á, at neyvan nakar annar ynskir sær meir lægri ferðaseðlaprísir enn eg sjálv. Eri fullkomiliga samd við teimum, sum halda at ferðaseðlaprísirnir skulu longur niður. Serliga akutferðir og ferðir hjá lesandi.

 

Frí kapping er sunn og góð. Men so til eyma spurningin. Er pláss fyri tveimum flogfeløgum at flúgva millum Føroyar og Keypmannahavn? Í Føroyum búgva uml. 50.000 fólk. Kundarnir og vanligi føroyingurin verða helst vinnarin í fyrsta umfari. Hvør vinnarin og taparin verður uppá longri sikt er meir ivasamt.

 

 

M/F Norrøna

Um vit nú taka Norrønu sum dømi. Hetta felag, sum tað almenna fór inn og bjargaði við milliónum. Hvat nú um annað skip úr øðrum landi kom at sigla somu leið við síðuna av Norrøna. Hvussu leingi vildi Norrøna yvirliva?

 

 

SAS fær ríkiskassastuðul úr Danmark, Norra og Svøríki

SAS hevur statskassarnar hjá Svøriki, Danmark og Norra í rygginum. Landskassin eigur føroyska flogfelagið. Verður talan um deyðskapping, er spurningurin hvussu leingi føroyski landskassin klárar kappingina móti danska, svenska og norska statskassanum.

 

Skal landskassin tá innaftur at stuðla okkara stolta flogfelagið, sum nú klárar seg uttan landskassastuðul ? Skulu tá Palleba og Marsanna innaftur at stuðla teimum, sum flúgva og kanska sjálvi ikki hava ráð at flúgva ?

 

Føroyskt flogfelag sleppur ikki at flúgva í ES, hóast landsstýrið hevur roynt í 10 ár. Nú skal ES flogfelag vid einum pennastroki sleppa inn til okkum. Hetta eru ikki javnir kappingarmøguleikar. Øll sleppa inn til okkum, men vit sleppa ikki inn til tey.

 

 

AA tjóðarflogfelag uttan landskassastuðul

Atlantic Airways er okkara stolta tjóðarflogfelag, sum eg trúgvi allir føroyingar eru góðir við. Hetta er upparbeitt síðani 1987 og er blivið eitt altjóða viðurkent felag.

 

Felagið hevur upparbeitt sær serkunnleika innan flogferðslu við føroyskari arbeiðsmegi. Pilotar, flogternur, flogmekanikarar, umsiting innan flúgving osv. Eitt felag, sum hevur klárað seg fyrimyndarliga væl, og sum ikki hevur fingið   fíggjarligan stuðul frá landinum í mong ár.

 

AA hevur nú 2 flogfør. Eitt flogfar við 168 setrum kemur í flotan fyrst í komandi ári. Ferðaseðlaprísirnr eru sámuligir. Tað ber til at flúgva til Danmarkar fyri minni enn 700 krónur og tað sama hinvegin. Møguleiki er eisini at flúgva beinleiðis til onnur lond við AA. Atlantic hevur nokk av kapaciteti til hesa flúgving.

 

 Betringar eru gjørdar allatíðina, bæði tá tað kemur til tænastu og prísir. Vænti eisini at síggja fleiri betringar í framtíðini, við ella uttan SAS.

 

 

Arbeiðspláss og serkunnleiki

Hvussu leingi fer AA at klára seg í kappingini móti SAS, sum fær ríkiskassastuðul úr Danmark, Norra og Svøríki? 1 ár, 2 ár? Hvat við øllum starvsfólkunum hjá AA? Hvat við øllum serkunnleikanum, sum er upparbeiddur øll hesi árini? Fer hann fyri skeyti? Tá AA bleiv stovnað kom ferð á flogvinnuna í Føroyum. Vit fingu eitt bein aftrat at standa á.

 

Føroyingar fóru undir útbúgvingar innan flúgving fyri síðani at hava møguleika at starvast hjá AA. Verður hesin møguleiki ikki skerdur um Atlantic Airways hvørvur av landkortinum? Hvør verður ríkari tá Føroyar?

 

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur,

løgtingskvinna