Magnus Rasmussen, landsstýrismaður, fer nú at leggja uppskot fyri Løgtingið um at hækka gjaldið úr barsilsgrunninum, og at lækka inngjaldið til ALS. Landsstýrið ætlar, at Barsilsskipanin skal gerast uppaftur betri og sosttt verður skotið upp, at hækka hámarks-útgjaldið 2.000 krónur um mánaðin, úr 25.000 krónum um mánaðin, upp í 27.000 krónur um mánaðin, sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður.
Men, baksíðan á medaljuni er, at tað verður mett at kosta barsilsskipanini 5,8 milliónir um árið og tí er eisini neyðugt at hækka inngjaldið til barsilsskipanina. Sostatt hækkar inngjaldið til barsilsskipanina, 0,03 prosentstig, sum merkir, at inngjaldið hækkar úr 0,86 prosentum av lønini, upp í 0,89 prosent.
Samstundis verður ALS-gjaldið lækkað 0,2 prosentstig, úr einum prosenti,niður í 0,8 prosent. Henda broytingin er gjørd í samráð við ALS stýrið. Í krónum og oyrum er talan um at inngjaldið til Als lækkar umleið 50 milliónir um árið tilsamans og tað fáa bæði skattaborgarar, og vinnulív, ágóðan av.
Fyri ein løntakara við eini ársinntøku upp á 300.000 krónur merkja broytingarnar í ALS og barsilsgjaldinum, at hann sparir góðar 500 krónur um árið. Uppskotini eru nú send til viðmerkingar hjá avvarðandi poørtum og ætlanin er, at broytingarnar skulu koma í gildi fyrsta januar.