Skulu seta ítøkilig krøv til útlendingar sum vilja búgva í Føroyum

Nógv orka verður løgd í, at tað skal eydnast væl, tá ið útlendingar koma til Føroyar at búgva, sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingamálum

Tað gongur væl at skapa fortreytirnar fyri at tað skal verða væleydnað, tá ið útlendingar koma til Føroya at búgva.

Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í útlendingaviðurskiftum.

Fólkatalið í Føroyum veksur alsamt - og tað ger talið  á útlendingum í Føroyum eisini

– Hvørt ár velja menniskju úr øllum heiminum Føroyar sum sítt nýggja heimland, sigur Kristianna Vinther Poulsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, og tí hevur hon spurt landsstýrismannin, hvussu tað gongur at leggja umstøðurnar soleiðis til rættis, at tað skal hepnast væl, tá ið útlendingar koma higar at búseta seg.

Og Poul Michelsen sigur, at arbeiðið gongur væl.

Í fyrsta umfari er ætlanin at tað skal vera ein treyt fyri at uppihaldsloyvi í Føroyum, at tilflytarar hava lokið prógv í føroyskum mál, og teir skulu eisini hava prógv fyri, at teir hava verið á skeiði í føryskaru mentan og føroyskum samfelagskiftum, sigur landsstýrismaðurin.

Men fortreytin fyri tí er, at vi fáa eitt skipað og landsfevnandi undirvísingartilboð í føroyskum fyri útlendingar og tað eru myndugleikarnir nú í holt við.

Landsstýrismaðurin staðfestir, at íÍ vetur fekst semja við donsku stjórnina um at flyta ein stóran part av umsitingini av uppihaldsloyvum í útlendingalógini á føroyskar hendur.

– Í avtaluni varð ásett, at føroyskir myndugleikar kunnu seta sum treyt fyri at fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, at útlendingar hava tætt tilknýti til Føroyar, og tískil skulu teir lúka málslig krøv, umframt at hava innlit í føroyska mentan og samfelagslig rættindi og skyldur.

Hann sigur tískil, at eitt landsfevnandi mál- og samfelagsskeið fyri útlendingar verður sostatt fyrsta lið í eini integrasjónslóg, ið skal víðkast og mennast við tíðini, tí integrasjónspolitikkur er ein áhaldandi tilgongd, ið støðugt skal dagførast og tillagast.

– Sjálvt um hetta vendir sær til útlendingar, sum vilja hava varandi uppihaldsloyvi í Føroyum, skulu allir útlendingar, ið liva og virka í Føroyum, sjálvsagt eggjast til at læra málið, leggur landsstýrismaðurin afturat.

Poul Michelsen ivast ikki í, at ein avmarkaður málsligur førleiki, ein avmarkað vitan um samfelagið og mentanina, og ein avmarkað atgongd til arbeiðsmarknaðin, er ein forðing fyri integrasjónini, sigur landsstýrismaðurin.

Nýggj gransking um viðurskiftini á arbeiðsmarknaðinum vísir eisini, at tvørrandi førleiki í føroyskum, og eisini í donskum, og eisini tvørrandi møguleikar at ogna sær hollan málsligan førleika, er størsta forðingin fyri integrdasjón á føroyska arbeiðsmarknaðinum, og er ein orsøk til, at nógvir útbúnir tilflytarar eru fastlæstir í ófaklærdum størvum.

– Tilknýtið til arbeiðismarknaðin hevur eisini stóran týdning fyri, at ein tilflytari kann trívast og finna seg til rættis. Tískil er tað neyðugt, at útlendingar sleppa til arbeiðis at brúka sínar førleikar skjótast tilber, tí avleiðingarnar kunnu vera stórar fyri bæði útlendingin og samfelagið sum heild.

– Arbeiðsgevarar hava sostatt eisini eina ábyrgd at tryggja, at integrasjónin í Føroyum riggar, sigur Poul Michelsen.

Í hesum sambandi verður eisini umrøtt, hvussu arbeiðsmarknaðurin í størri mun kann vera við til at integrera útlendingar, og hvat manglar í heilsuverkinum, skúlaverkinum, dagstovnaøkinum, og aðrastaðni, fyri at integrasjónin kann rigga betur. 

Annars eru allir viðkomandi partar við í arbeiðinum, bæði Útlendingastovan, Nám, Kommunufelagið, Fróðskaparsetrið, umframt fleiri kommunur, stovnar, felagsskapir og einstaklingar, ið fáast við útlendingar og integrasjón.