Skulu sjálvi leggja framtíðina tilrættis

Boðskapurin frá Føroyanevndini hjá Fólkatinginum er greiður. Tað eru føroyingar sjálvir, ið skulu leggja framtíðina hjá Føroyum tilrættis, og ikki danska stjórnin í Keypmannahavn, sum tað annars hevur verið fyrr.

Týsdagin kom Føroyanevndin til landið, og sama dag hevði nevndin fund við Jóannes Eidesgaard, løgmann, sum millum annað greiddi nevndini frá visjón 2015 ætlanunum hjá landsstýrinum.
Nevndin hevur eisini ferðast norðan fyri á vitjanini, og sambært formanninum í nevndini, Piu Larsen úr Venstre, er væl komið burturúr.

Umrøtt fíggjar-, vinnu- og orkupolitikk
Danska nevndin vitjaði mikudagin í Norðoyggjum, har millum annað var heilsað upp á Klaksvíkar Býráð. Hósmorgunin var tíðindafundur í løgtinginum, og seinnapartin hósdagin var kósin aftur sett móti Keypmannahavn.
Á vitjanini hevur nevndin fingið frágreiðingar um nógv ymisk viðurskifti, og serliga hevur dentur verið lagdur á eitt nú fíggjarpolitikk, vinnupolitikk og orkupolitikk. Uttanlandsnevndin hjá løgtinginum hevur havt fund við Føroyanevndina, og tá hevur serliga nógv verið gjørt burtur úr at greiða frá trupulleikunum hjá føroysku fiskivinnuni á landi og sjógvi, og serligur dentur hevur verið lagdur á trupulleikarnar hjá fiskiflotanum.
Johan Dahl, formaður í uttanlandsnevndini, sigur, at umframt fiskivinnuna hevur nógv verð tosað um føroyska útflutningin, og teir trupulleikar, ið føroyska vinnan hevur við at koma inn á ymiskar marknaðir. Í hesum sambandi hevur verið tosað um møguligan føroyskan EFTA-limaskap og økt samstarv við ES, soleiðis sum greitt verður frá aðrastaðnis her á síðuni.
Pia Larsen sigur tó, at sjálvt um danir fegnir vilja hjálpa føroyingum í ymiskum málum, so er tað mest umráðandi, at føroyingar sjálvir, ið skulu leggja framtíðina til rættis, og ikki danska stjórnin úr Keypmannahavn, soleiðis sum tað annars hevur verið, sigur Pia Larsen.