Rækjustovnurin í Norðuratlantshavinum er minkaður nógv tey seinastu árini. Tað hevur millum annað havt við sær, at kvotan við Ný Funnaland er skerd 40 prosent eftir tveimum árum, og nú mæla fiskifrøðingarnir til at skerja kvotuna undir Vesturgrønlandi 25 prosent. Tilmælið er, at kvotan verður skerd úr 120.000 tonsum í 90.000 tons, sigur grønlendska kringvarpið. Hinvegin mæla fiskifrøðingarnir til, at kvotan undir Eysturgrønlandi verður 12.400 tons ella tann sama sum nú.
Fiskifrøðingarnir vísa á, at rækjufiskiskapurin er minkaður síðani 2005. Ein orsøk er, at tað er meiri til av toski, sum lutvíst livir av rækjum. Ein onnur orsøk kann vera, at veðurlagsbroytingarnar ávirka rækjurnar. Hetta er staðfest í Kanada.
Í fjør mæltu fiskifrøðingarnir til, at rækjukvotan undir Vesturgrønlandi bleiv 120.000 tons, men landsstýrið setti hana til 124.000 tons. Trolararnir eiga 53 prosent av kvotuni og smærri før 43 prosent. ES-skip hava havt loyvi at fiska 4.000 tons í ár.