Skulu sleppa at arbeiða meir – uttan at missa pensjónina

Men markið verður ikki heilt tikið av, sigur landsstýriskvinnan

Fólkapensjónistar skulu sleppa at arbeiða meir, uttan at tað verður skarvað av pensjónini

 

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum.

 

Hon sigur, at politikarar fáa nógvar áheitanir um at broyta reglurnar, so at pensjónistar kunnu arbeiða meiri, uttan at teir skulu missa pensjón.

 

Tað er serliga tey, sum arbeiða í eldrarøktini, sum merkja hetta, tí á hesum øki er tað ringt at fáa avloysarar, sigur hon.

 

Har eru tað fleiri pensjónistar, sum hava arbeitt á økinum, og sum hava hug at taka fleiri vaktir. Men teir missa hugin, tí longu tá ið teir hava tjent 45.000 krónur, missa teir ein part av pensjónini, sigur landsstýriskvinnan.

 

Markið var 60.000 men fyri einum tveimum árum síðani varð tað lækkað niður í 45.000 krónur og tað hevur gjørt støðuna verri.

 

Men nú hevur Sambandsflokkurin lagt uppskot fyri Løgtingið um at avtaka hetta heilt, so at pensónistar kunnu arbeiða sum teir vilja, uttan at tað verður skarvað av pensjónini.

 

Endamálið er at eggja fleiri pensjónistum at fara til arbeiðis.

 

Sirið Stenberg sigur, at tað stendur í samgonguskjalinum, at hetta eitt mál, samgongan skal takast upp.

 

Men hon sigur, at talan verður ikki um at avtaka markið heilt, tí pensjónistar, sum hava góðar inntøkur afturat pensjónini, eiga heldur ikki at fáa fulla fólkapensjón.

 

Men ætlanin er at hækka markið, og hon vónar, at uppskot um hetta verður lagt fyri Løgtingið eftir ólavsøku.

 

Hvussu langt markið verður hækkað, dugur hon ikki at siga.

 

Men hon sigur, at samgongan má raðfesta, og eitt ætlanin er at gera, er, at tey, sum fáa fyritíðarpensjón, skulu eisini fáa eftirløn av henni, tað fáa tey ikki í dag.

 

Ætlanin er eisini at bøta um korini hjá pensjónistum, sum bara hava fólkapensjón, og Samhaldsfasta at liva av, tí summir av teimum standa illa í tí.