- Okkara stóra avbjóðing verður at tálma útreiðslunum.
Tað staðfesti Jørgen Niclasen, formaður Fólkafloksins á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin.
Hann sigur, at næstu árini eru útlit fyri, at inntøkurnar fara at halda og enntá at veksa.
- Tann stóra avbjóðingin er at tálma útreiðslunum og tí skulu nýskipanir setast í verk, leggur hann afturat.
- Búskaparvøksturin má og skal vera størri enn útreiðsluøkingin, annars kemur ikki javnvág í. Veksur hitt almenna skjótari enn vinnulívið, verða vit fátækari ár undan ári.
10 prosent
Og Jørgen Niclasen staðfestir, at vit eiga at byrja á sjálvum toppunum.
Í hesum sambandi arbeiða vit við eini ætlan um at samskipa aðalráðini í Landsstýrinum.
- Ætlanin er at spara 10 prosent hesi næstu trý árini, sigur Jørgen Niclasen.
- Vit rationalisera og leggja stovnar saman. Minni umsiting, færri pengar og somu uppgávur, sigur formaður Fólkafloksins.
Hann vísir eisini á avgerðina um. At hvørja ferð tað almenna keypir fyri yvir 50.000 krónur, skal tað bjóðast út.
Hann nevnir tó einki um, hvørjar almennar uppgávur skulu útveitast.