Í Grønlandi hevur andstøðuflokkurin Siumut skotið upp, at tingmenn og landsstýrismenn skulu tosa grønlendskt, tá teir fara upp á røðarapallin í Landstinginum. Í dag fekk flokkurin undirtøku frá fakfelagnum SIK.
Formaðurin í felagnum, Jess G. Berthelsen, sigur við fjølmiðlarnar, at 30 prosent av tí grønlendska fólkinum tosa bara grønlendskt, og at hesi ofta verða sett til viks í teirri almennu kunningini.
Eftir uppskotinum hjá Siumut skulu tær nýggju málreglurnar koma í gildi í 2013.
IA, sum nú situr í samgongu, hevur fyrr talað fyri, at á tingsins røðarapalli skulu fólk tosa grønlendskt.