Skulu tvingast at avreiða í Føroyum

Tað skal vera ólógligt at avreiða fisk uttanlands, halda føroysk vinnulívsfólk

Allur fiskur, sum føroysk skip fiska, skal avreiðast í Føroyum. Tað heldur meirilutin av føroyskum vinnulívsfólki.

Á vinnudegnum herfyri, høvdu tey eina spurnarkanning, har tey vórðu spurd tað er rætt at áseta við lóg, at allur fiskur, sum føroysk skip fiska, skal avreiðast í Føroyum.

Og tað eru tað 59,7 prosent av teimum nógvu vinnulívsfólkunum, sum vóru við á vinnudegnum, sum halda.

Hinvgin siga 29,8 prosent og 11,5 prosent siga, at tey vita ikki.

Jógvan Gregersen, stjóri á Vaðhorn á Strondum, segði stutt og greitt, at hetta er ”logikkur fyri búrhøsn”, sum hann tók til.

Hann vísir á, at hetta er eitt, vit hava tosað um tey seinastu 10 árini, tí fleiri og fleiri eru farin at ásanna, at tað ber ikki til at liva av ”luft og kærleika”.

Hann sigur, at verður allur fiskur avreiddur í Føroyum, hevði tað skapt hundraðtals nýggj arbeiðspláss.