Atlantic Cup
Flestum kunnugt, so fekk HB alt annað enn eina ynskisbyrjan, tá teir mikudagin vitjaðu hjá Skála í ársins fyrsta landskappingardysti.
Tann dysturin var framskundaður, tí HB skal spæla móti íslendsku meistarunum úr KR í sonevndu Atlantic Cup kappingini, og hóast tað kanska kann tykjast tungt at spæla longu aftur leygardagin, so munnu leikararnir sjálvir fegnast um hetta.
Í øllum førum heldur liðskiparin á liðnum, Rúni Nolsøe, at hetta er eitt gott høvi hjá leikarunum at vaska avrikið á Skála av sær.
- Tað haldi eg gott, at mann kann siga. Sjálvandi er hetta ikki ein dystur, har nakað stig stendur upp á spæl, men fyri okkara viðkomandi er talan fyrst og fremst um eina fína styrkisroynd, eins og vit kunnu brúka dystin til at koma víðari uppá. Hjá okkum ræður snøgt sagt um at fáa nakað positivt burturúr dystinum og ikki minst at fáa spæligleðina aftur. Og so vilja vit fegnir hava eitt gott úrslit eisini.
Um talan verður um broytingar í mun til dystin mikukvøldið, dugdi liðskiparin als ikki at siga, tá vit tosaðu við hann. HB-leikararnir høvdu frí frá venjing hóskvøldið, og tað einasta, sum bar til at staðfesta, var at skaðastøðan er óbroytt. Tað vil siga, at Bárður Johannesen og Hans á Lag framvegis ikki eru tøkir, men at venjarin í aðrar mátar fær blandað kortini soleiðis, sum honum lystir.
Hava møguleikan
Sjálvur var Rúni við á HB liðnum, sum í fjør vitjaði hjá KR í tilsvarandi dystinum ta árið, og tó at íslendsku meistararnir vunnu tann dystin 2-0, so heldur hann ikki, at munurin var tann heilt stóri. Og hann leggur dent á, at hóast talan er um vinardyst, so løgdu báðir partar nógv fyri.
- Tað var als ikki soleiðis, at liðini bara hugnaðu sær á vøllinum. Sjálvandi er tað tíðliga upp á árið, men kortini helt eg, at ferðin var rættiliga høg. Og vit høvdu so sanniliga okkara møguleikar. Áðrenn teir skora, hava vit einar tveir opnar møguleikar, so heilt uttan møguleika eru vit als ikki.
- Nú kenni eg ikki nakað til, hvussu teirra lið sær út, men eg gangi bara út frá, at teir hava roynt at hildið upp á fólkið, nú teir hava verið meistarar tvey ár á rað, so styrkin er helst á leið hin sama, sum seinast. So er spurningurin bara, hvussu vit eru fyri, sigur HB-liðskiparin at enda.
Vinarlag
Og íslendsku miðlarnir tykjast ikki geva Rúna stórvegis hjálp í so máta.
Einasta, sum er at finna, er á heimasíðuni hjá KR, har sagt verður, at felagið skipar fyri útferð til dystin móti HB, og at pláss er fyri 20 áskoðarum á ferðini. Hvørt tað hevur eydnast at fylt flogfarið, stendur einki um á heimasíðuni.
Annars hevur Tórshavnar Býráð eisini átikið sær sín lut í dystinum. Tórshavn og Reykjavík eru vinarbýir, og tí fer Býráðið eftir dystin at hava okkurt ábit fyri leikarunum hjá bæði HB og KR, og verður hetta í Listaskálanum.