Í kvøld verða tvær fjórðingsfinalur í Champions League spældar. Talan er um seinnu dystirnir av umfarinum. Mest spenningur man vera í dystinum á Etihad millum Liverpool og Manchester City.
Fyrri dystur var spældur á Anfield í síðstu viku. Her gjørdi Liverpool ikki mætari enn at vinna heili 3-0 á oddaliðnum í Premier League. City hava bert tapt tvær ferðir í Premier League í ár. Fyrru ferð, var ímóti Liverpool í januar mánað, og seinnu ferð var ímóti grannunum Manchester United í vikuskiftinum.
Av tí at Liverpool høvdu heimavøll seinast, skulu City vinna við fýra málum, skulu teir beinleiðis víðari. Endar tað 3-0 til City, verður longd leiktíð og møguliga brotssparkskapping. Vinna teir við trimum málum men Liverpool skora, t.d. 4-1, koma Liverpool víðari vegna regluna um útivallarmál.
Hin dysturin er ímillum Roma og Barcelona. Har vunnu Barcelona 4-1, men tað eru neyvan mong sum geva Roma nakran kjans at koma aftur í hesum dystinum. Har eru Barcelona stórfavorittar at koma víðari.
Dystirnir byrja klokkan 19:45, og verða vístir í Televarpinum.