Tað eru fleiri valevnir uppstillað uttan fyri miðstaðarøkið/Havnina – so kom ikki her og sig, at “vit” (Havnin) ikki hugsa um allar Føroyar – men letur nógv fleiri valevnir verða runt um í Føroyum enn í Havnini/mistaðarøkinum??
“Vit” hugsa um “tykkum”. Ja, ja. Stikk denn.
Og tá ið “tit” ikki kunna finna útav at stilla “ordiliga” upp, ja, so mugu vit traðka til og “hjálpa” tykkum., við at stilla fleiri valevnir upp í “tykkara” økið. Ongin skal koma her og siga, at “vit” ikki hugsa um allar Føroyar.
Og “vit” lata okkum lumpa.
Nú er tað eisini blivi so galið, at onnur økir (Suðuroy/Norðoyar), “hjálpa” til, við at fara inn á økir hjá øðrum – so tey ikki koma frammum “okkara økið”.
At fleiri valevnir eru uttanfyri Miðstaðarøkið, ger, at atkvøðurnar verða smærri býtt – og Miðstaðarøkið, ið hevur færri valevnir far gleðina av hesum – og tí “hjálpa” tey teim smærru økinum. Tí har eru fleiri atkvøður til færri valevnir.
Teir, ið vildu hava Føroyar til eitt valdømi, hava vunni – og tað við góðari hjálp frá “okkum” – uttanfyri Havnina.
Makan til dárskap skal man leita leingi eftir.
Havi áður sagt, at føroyingar eru býttir.
Passar ikki.
Teir eru pillbýttir!
Gott nýggjár.