Lisbeth L. Petersen
løgtingslimur
Tað kemur ofta fyri, at fólk, sum tú kennir ella møtir, hava hesar viðmerkingar, og í hesum tíðum má eg, sum í løtuni eri landspolitikari í andstøðu, geva teimum rætt.
Nýggja tøknin
Tøknin í dag ger, at vit her heima hava kunnuð fylgt við tí, sum gongur fyri seg, tá samráðingarfundir hava verið millum donsku og føroysku politikararnar, og vit hava havt møguleikan á sjónvarpsskíggjanum at sæð tíðindafundirnir aftaná. Onki er at ivast í, at tað hevur verið ein fyrimunur, tí ikki hava boðini frá føroysku umboðunum til okkara altíð verið tey somu, sum tey, vit bæði hava sæð á skermi og við egnum oyrum hoyrt samstundis. Eitt dømi er tað, danir sambært løgmanni og varaløgmanni skulu hava sagt, um at ríkisstuðulin til Føroya verður burturi undir øllum umstøðum um nøkur ár.
Hetta er blivið júkað umaftur og umaftur av samgongumonnum síðan, sjálvt um vit onnur hava ført fram, at tað var ikki tað, vit sóu og hoyrdu í sjónvarpinum á tíðindafundinum aftaná seinasta fundin í Keypmannahavn.
Tíðindafundirnir
Løgmaður segði á tíðindafundinum, at stuðulin undir øllum umstøðum bleiv burturi, men danski statsministarin rættaði hann og segði, at hetta ikki var so !!
Hóast tað, so heldur samgongan fram við at júka sín boðskap, soleiðis sum óivað varaløgmaður hevur lært tey at júka. Samgongan er jú hansara ekkó!
Høvdu vit ikki havt tøknina í dag, so kundu samráðingarnevndin bilt okkum nógv inn, sum vit onki kendu til, tí vit ikki høvdu havt møguleikan at fylgt við so gott sum á staðnum.
Gitingar
Seinastu tíðina hava nógvar gitingar verið um, hvat samgongan vil, og hvønn taktikk hon fer at fylgja. Sum ikki einaferð fer Fólkaflokkurin (helst ikki av óvart) út við ymiskum signalum. Tað er ikki ókent í tí flokkinum, men nú er komið fram, at samgongan stendur saman, og nú verður løgmaður einasti framsøgumaður bæði áðrenn og aftaná næsta fundin. So vita vit tað!
Eitt er vist. Sleppa vit ikki at síggja og hoyra tíðindafundin aftaná næsta samráðingarfund, har báðir partar sita við borðið samstundis, so eru vit nógv sum gita okkara, tí trúvirðið í hesi samgongu er so sum so.
Vit kunnu taka dømi frá tí, vit higartil hava hoyrt frá okkara umboðum, t.d.:
Danir vilja ikki samráðast!
Ríkisstuðulin verður burturi undir øllum umstøðum !
Teir kalla okkum nassarar! o.s.fr.
Vilja teir ikki samráðast? Er tað ikki ein samráðingarfundur, sum verður í næstum?
Hava danir ikki sagt, at roknast skal ikki við framtíðar ríkisstuðuli, um okkara livistøði verður hægri enn teirra?
Nær hava teir kallað okkum nassarar?
Soleiðis kundu vit nevnt fleiri dømi, og sett spurningar. Ásannast kann, at tað, sum fram er farið, bøtir ikki um trúvirði teirra ráðandi herheima, og heldur ikki um trúvirði Føroya úteftir.