Skulu vit verja børnini ella foreldrini

­ Eg havi mangan undrast yvir, at myndugleikarnir ikki hava traðkað til nógv fyrr, tá ið eitt barn kemur á Barnaheimið. Hugsað verður ofta meiri um tørvin hjá foreldrunum heldur enn børnunum. Vit duga so væl at tosa um viðurskiftini í Føroyum uttan at gera nakað beinleiðis við tey. Vanligi hugburðurin er, at fólk ikki vilja blanda seg. Veruleikin er, at ábyrgdin liggur hjá okkum øllum at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru í lagi, sigur Sólrun Jacobæus.

Sendingin "Hvør eigur lítla drongin", sum Sjónvarp Føroya sendi týskvøldið hevur elvt til mikla øsing og stórt kjak í Danmark. Sendingin fylgdi einum ungum foreldrapari fyrstu tíðina barn teirra var komið til verðina og staðfesti, at tey als ikki vóru egnað at taka við ábyrgd sum foreldur

Í Føroyum hava vit lyndi til at hugsa, at slíkt fer ikki fram, at øll børn hava tað gott og hava tey tað ikki gott, verður eitthvørt gjørt. Veruleikin er ikki so einfaldur ­ lítli Jørn við teim óegnaðu foreldrunum er eisini at finna í Føroyum. Munurin er kanska bara, at myndugleikarnir traðka nógv seinni til enn vit sóu í sendingini.

Einasta barnaheimið í Føroyum kann taka ímóti 15 børnum umframt 5 børnum aktutt. Eisini eru møguleikar fyri at hava tvær familjur búgvandi í senn. Danska sendingin í SvF týskvøldið leyp als ikki hvøkk á Sólrun Jacobæus, leiðara á Barnaheiminum í Havn. Hon heldur, at samfelagið eigur traðka tíðliga til og taka børn frá foreldrum, sum ikki vísa seg at makta uppgávuna, heldur enn at foreldrini fáa fleiri møguleikar at prógva tað øvugta.

­ Longu tá ið mamman er við barn ber til at meta, hvussu hon er før fyri at makta uppgávuna. Í Norðurnoregi verða eygleiðingar gjørdar á føðideildum, har hugt verður at sambandinum millum móðir og barn, og tí ber til at grípa inn tíðliga. Hjá summum foreldrum skal lítið gerast, ein samrøða ella eitt sindur av frálæru, og so klára foreldrini seg, sigur Sólrun Jacobæus.

­ Tað eru kanningar, sum vísa, at hevur mamman eygnasamband við barnið, verður harðskapur ikki framdur ímóti tí. Men tað ber eisini til at goyma seg eina tíð og billa øðrum inn, at tey makta uppgávuna sum foreldur. Í sendingini sóu vit, at foreldrini ikki føldu, at ábyrgdin var teirra.

Í hvørji støðu eru børn hjá misnýtarum, rúsdrekkamisnýtarum, og hjá fólki, sum sosialt eru illa fyri í føroyska samfelagnum?

­ Børn hjá foreldrum, sum drekka, og børn, sum á annan hátt eru úti fyri umsorganarsvik, eru ógvuliga illa fyri. Vit duga so væl at tosa um viðurskiftini í Føroyum uttan at gera nakað beinleiðis við tey. Vanligi hugburðurin er, at fólk ikki vilja blanda seg. Veruleikin er, at ábyrgdin liggur hjá okkum øllum at gera vart við viðurskifti, sum ikki eru í lagi.


Fjala yvir trupulleikar

­ Fólk duga til dømis væl at fjala yvir rúsdrekkatrupulleikar, áðrenn teir verða sjónskir í samfelagnum. Men eitt barn sum veksur upp í drykkjuskapi torir ikki at taka vinir heim, tí tað veit ikki, hvussu støðan er heima. Tí verða tey avmarkað í teirra sosiala lívi. Tað at samfelagið er so lítið ger, at fólk føla, at tey ikki skulu blanda seg, tí tað at uppala børn eru ógvuliga privat. Men tað ber til at siga barnaverndini frá uttan at uppgeva navn. Tað er eisini uppgávan hjá dagstovnum, skúlum og øðrum at boða frá, men spurningurin er, hvussu hesi ymisku, ið hava samband við barnið, eru skúlað til at fáa eyga á viðurskifti, ið ikki eru sum tey eiga. Sum heild eru fólk ov bangin at taka støðu í slíkum viðurskiftum.

Hvussu er eftirlitið við fólki, sum man av ávísum orsøkum hevur illgruna um ikki makta uppgávuna sum foreldur?

­ Eftir barnaforsorgarlógini er tað barnaverndin, sum hevur eftirlit við børnum og kann til dømis seta stuðul í heimið ella eftirlitsverju ella hjálp á annan hátt, men í fleiri førrum er einki eftirlit sum so, sjálvt um man veit um dømi, har eitthvørt átti at verðið gjørt. Eingi tilboð eru um hjálp uttan kanska tað, at heilsusysturin vitjar oftari enn vanligt. Tað er avgjørt tørvur á familjustovnum í Føroyum til foreldur, ið hava trupulleikar. Barnaheimið tekur foreldur inn, um barnaverndin vil tað, og tað vindur meiri uppá seg, at fólk brúka tað. Her verða tey eygleidd og fáa vegleiðing. Tað er ein nógv betri loysn, enn at alt møguligt verður roynt. Royndirnar eru góðar, men úrslitini eru misjøvn.

Hvussu nógvar møguleikar skulu foreldur hava, áðrenn samfelagið grípur inn?

­ Tá er spurningurin, um tað er barnið man skal verja ella um tað er foreldrini. Mín greiða støða er, at vit eiga at verja barnið. Vit eiga eisini at siga við okkum sjálv, at vit skulu kunna hyggja í eyguni á hesum barni, tá ið tað verður vaksið og vita, at vit tóku eina rætta avgerð.


Prógv á borðið

­ Lóggávan á økinum sigur greitt, at prógv skulu vera um grova misrøkt, áðrenn myndugleikarnir kunnu taka børn frá foreldrum við tvang. Við øðrum orðum skal so øgiliga nógv til, áðrenn myndugleikarnir taka eitt barn frá foreldrunum, hóast tað eru skikkað fólk, sum duga at meta, at eitt barn eigur at verða tikið frá foreldrunum. Men lóggávan verjir foreldrini.

­ Lítli drongurin í sendingini "Hvør eigur lítla drongin" hevur helst fingið varandi skaða av vantandi sambandi við foreldrini longu nú. Sjálvandi ber til at rætta nógvar skeivleikar og venda eini óhepnari gongd, men fyrsta tíðin í lívinum hevur ógvuliga stóran týdning fyri eitt barn.

­ Tú lærir teg at vera foreldur við at gera eftir tí sum tíni foreldur gjørdu, tá ið tú vart lítil. Vit endurtaka okkara egna barndóm við at geva okkara børnum tað sama. Tað liggur so djúpt í okkum, at vit kunnu koma at gera ymiskt, sum vit hava lovað aldri fór at henda. Tá ið talan er um foreldur við serliga stórum trupulleikum vísir tað seg, at trupulleikarnir ganga í arv, sigur Sólrun Jacobæus.

­ Men børn eru eisini ymisk. Summi børn søkja tað upp aðra staðni, sum tey ikki hava fingið í uppvøkstrinum. Børn ogna sær nakrar yvirlivilsismekanismur, sum ger at tey klára seg.

Seinnu árini er vorðið alt meiri vanligt, at sosialir myndugleikar arbeiða við familjuni sum eini heild heldur enn at taka barnið burtur úr.

­ Vit royna at arbeiða við trupulleikunum í familjuni, tí at taka eitt barn úr familjuni á barnaheim broytir einki uppá foreldrini. Tað er altíð sannlíkt, at barnið kemur aftur til familjuna, sum einki petti er broytt. Tí eru vit farin í gongd við at taka foreldur inn. Tað er altíð best, tá ið mamman sjálv sær, at hon ikki maktar uppgávuna sum foreldur heldur enn at brúka tvingsil antin tað er sjálvboðið ella ikki.

Børn, sum koma á Barnaheimið fara antin út til familjuna aftur ella í familjupleygu. Nøkur steðga á Barnaheiminum í longri tíðarskeið.

­ At taka eitt barn í pleygu er døgnarbeiði. Fólk hava eina heldur veruleikafjara mynd av, hvat tað er at taka eitt forsømt barn til sín. Men í grundini er tað eitt fulltíðararbeiði, sigur Sólrun Jacobæus.


Foreldrarætturin

Eftir sendingina vóru røddir frammi í donsku fjølmiðlunum, sum søgdu, at ov stór atlit verða tikin til foreldrini heldur enn børnini, og tí er tvingsilsadopsjón einasti útvegurin.

­ Í førinum sum vit sóu í sjónvarpssendingini vildi eg eisini mælt til, at barnið varð adopterað burtur ­ í øllum førum tikið við tvang. Tí so fekk barnið frið og tvey foreldur. Men hetta eru ógvuliga trupul viðurskifti, tí foreldrarætturin er so sterkur. Tað eru foreldrini, sum "eiga" barnið. Spurningurin er, hvar vit enda, um vit byrja at pilka við foreldrarættin. Men tað syrgiliga er, at tað eru børnini sum gjalda prísin. Alt ov nógv atlit verða tikin til foreldrini, og eisini í Føroyum missa vit nøkur børn niður ímillum, tí atlit verða heldur tikin til foreldrini enn barnið. Mær vitandi er einki barn tikið við tvingsli frá foreldrunum. Spurningurin, sum vit eiga at seta okkum er, um vit eru foreldravernd ella barnavernd. Ikki tí, tað er ikki lætt hjá barnaverndunum í Føroyum at arbeiða, tí fólkini eru ikki skúlað til uppgávuna. Men eru tey yvirhøvur før fyri at meta um viðurskiftini soleiðis at tey síggja tekin um vanrøkt. Ein loysn kundi verið, at vit høvdu eina professiónella barnavernd í Føroyum, sum so hevði kontaktpersónar, sum eru skúlaðir til endamálið, úti um landið.

­ Flestu børnini, ið koma á Barnaheimið, eru um 10-12 ára gomul, og tá hava tey livað í eini familju alt teirra lív, sum eingin hevur sett spurnartekin við. Vit undra okkum mangan á, at einki er hent fyrr enn vit síggja børnini her. Støðan hjá børnunum, sum koma á Barnaheimið er ógvuliga ymisk, summi eru betri fyri og onnur eru ógvuliga illa fyri. Hinvegin síggja vit eisini dømi um, at tey sum hava búð á barnaheiminum koma væl fyri úti í samfelagnum seinni. Her fáa tey góðar upplivingar, tryggleika, fasta rutinu og øll hava tvey fólk, sum eru "teirra". Børn eru eisini ymisk í at taka ímóti, tí alt velst um, hvat tey hava upplivað, áðrenn tey verða loftað.

Er sosiala trygdarnetið í Føroyum nóg gott at lofta vanrøktum børnum?

­ Allir liðirnir eru ov veikir, allir, ið á onkran hátt hava samband við barnið, líka frá jarðarmóðir, kommunulækna, føðideild, heilsusystir, dagstovni til skúla, lærarar, pedagogar og skúlalækna. Vit síggja í fleiri førum, at svikin børn fara ígjøgnum allar hesar liðirnar uttan at nakað hendir.

­ Vit tosa um loysing ella samband, hvussu nógv skal fiskast ella ikki, men hvussu fólk hava tað í okkara landi glíðir niður ímillum og verður als ikki raðfest hóast tað er tað dýrabarasta vit eiga.

Sært tú børn, sum hóast trupul kor koma væl fyri í samfelagnum?

­ Ja, tað geri eg og tey geva mær vón um, at tað loysir seg at arbeiða fyri tey. Men tað eru sólskinsøgurnar, sigur Sólrun Jacobæus at enda.