Skúmbananir, vallyfti og løgtingsval

Í hesum døgum verður nógv lovað, nú løgtingsval verður hósdagin.

 

Sum so er lítið broytt, nógv verður lovað – mangan meira enn tað, ið verður hildið.

Tá løgtingsvalið var 17. november í 1990 skipaðu sjónvarpið og útvarpið fyri felags valkvøldi í Norðurlandahúsinum, har Harkaliðið framførdi sangin hjá Gunnari Hoydal, sum Jógvan Telling Joensen gjørdi lagið til.

Útgávan niðanfyri er frá fagnaðarkonsertini fyri Jógvan Tellin á Summarfestivalinum í ár:

 

##med2##

 

Orð: Gunnar Hoydal Lag: Jógvan Telling Joensen 

 

Á nei, á nei; á nei, á nei, 

tað bleiv so tungt at lova meir,

á nei, á nei; á nei, 

á nei, hvat er at lova til næsta skeið? 

 

Eitt berghol, nei. Ein flogvøll, nei. 

Tvær nýggjar ferjur, ein bygdaleið? 

Eitt veðhald, nei. Ein grasvøll, nei. 

Men nú ein dagin eg fekk eitt prei: 

 

:/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, 

ja, skúmbananir til Føroya Fólk. 

 

:/: Á ja, á ja; á ja, á ja, 

nú lýsir aftur, nú vaknar tað, 

á ja, á ja; á ja, á ja, 

vit síggja aftur ein nýggjan dag. 

 

Vit røra glað og lova tað 

at skúma róman úr bløðrubað, 

væl ballað inn í fagurt skinn, 

sum sól og gull er hetta slag: 

 

:/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, 

ja, skúmbananir til Føroya fólk. 

 

:/: Á ja, á nei; á ja, á nei, 

við biðja aftur um annað skeið, 

á nei, á ja; á nei, á ja, 

vit skulu skúma, vit lova tað. 

 

Vit halda fram við sama lag, 

so sum vit gjørdu til denna dag, 

tað lyfti helt og heldur enn, 

vit skúma allir sum rættir menn. 

 

:/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, 

ja, skúmbananir til Føroya Fólk. :/:Orð: Gunnar Hoydal Lag: Jógvan Telling Joensen 

 

Á nei, á nei; á nei, á nei, 

tað bleiv so tungt at lova meir,

á nei, á nei; á nei, 

á nei, hvat er at lova til næsta skeið? 

 

Eitt berghol, nei. Ein flogvøll, nei. 

Tvær nýggjar ferjur, ein bygdaleið? 

Eitt veðhald, nei. Ein grasvøll, nei. 

Men nú ein dagin eg fekk eitt prei: 

 

:/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, 

ja, skúmbananir til Føroya Fólk. 

 

:/: Á ja, á ja; á ja, á ja, 

nú lýsir aftur, nú vaknar tað, 

á ja, á ja; á ja, á ja, 

vit síggja aftur ein nýggjan dag. 

 

Vit røra glað og lova tað 

at skúma róman úr bløðrubað, 

væl ballað inn í fagurt skinn, 

sum sól og gull er hetta slag: 

 

:/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, 

ja, skúmbananir til Føroya fólk. 

 

:/: Á ja, á nei; á ja, á nei, 

við biðja aftur um annað skeið, 

á nei, á ja; á nei, á ja, 

vit skulu skúma, vit lova tað. 

 

Vit halda fram við sama lag, 

so sum vit gjørdu til denna dag, 

tað lyfti helt og heldur enn, 

vit skúma allir sum rættir menn. 

 

:/: Deo, deo, deeoooo skúmbananir, 

ja, skúmbananir til Føroya Fólk. :/: