Orkukelda
Ber til at gera baðiland í Vági?
Ella kanska heilsumiðstøð?
Ella ber til at fara undir aling við heitum vatni?
Elfelagið SEV hevur eitt stórt elverk í Vági. Men alt tað heita avlopsvatni, sum rennur frá hesum elverkinum, verður ikki gagnnýtt, men rennur burtur til onga nyttu.
Nú ger Òli Breckmann, løgtingsmaður, so eina roynd at skumpa undir, at hetta heita avlopsvatnið verður gagnýtt.
Í Løgtinginum í morgin, mikudagin, fer hann at spyrja landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, hvørjir møguleikar eru fyri at gagnnýta avlopsorkuna frá verkinum í Vági.
Óli Breckmann heldur, at tað kundi verið áhugavert at vita, hvussu stór avlopsorkan hjá SEV-verkinum í Vági er og um hon kann gagnnýtast og, hvussu hetta kann gerast.
Og tað er hetta, hann vil sera hol á við fyrispurningi sínum til landsstýrismannin í vinnumálum.
Løgtingsmaðurin vísir á, at Løgtingið hevur gjørt stórar íløgur í undirstøðukervið í Suðuroy, mest Smyril, samferðsluhavn og í tunnil ímillum Øravík og Hov.
Hann heldur, at nógv uppskot kundi verið um at brúkt avlopshitan frá SEV til alskyns endamál. Tað
Kundi verið til aling, ella tað kundi verið til fjarhita til hús og bygningar.
Men tað kundi eisini hugsast, at onkur fekk ta hugskot at brúka avlopshitan til eina heilsumiðstøð ella ein frítíðardepil við baðilandi, íbúðum o.ø., sum føroyingar kenna úr útlondum.
- Ein frítíðarmiðstøð við tryggari, og kanska bíligari, orku frá SEV-verkinum í Vági kundi verið brúkt alt árið og hon hevði fingið fólk norðanfjørðs at vitja Suðuroy meir. Samstundis høvdu helst eisini útlendingar í Føroyum í størri mun lagt leiðina um Suðuroyarfjørð.
Hetta hevði somuleiðis ført við sær, at Smyril hevði ført fleiri ferðafólk og bilar og fingið størri inntøku enn nú.
- Men mest av øllum hevði handils- og tænastuvinnan í Suðuroy fingið gagn av slíkari heilsu- og frítíðarmiðstøð, heldur Óli Breckmann.
- Men sama, hvat endamál avlopsorkan á SEV-verkinum í Vági hevði verðið nýtt til, hevði tað skapt arbeiði, virksemi, inntøkur og trivnað í Suðuryoy, leggur Løgtingsmaðurin afturat.