Skurin seldur og manningin uppsøgd

- Hetta er eitt lutfalsliga lítið og gamalt skip, og soleiðis er avgerðin at selja eisini ein liður í optimeringini hjá okkum, sigur stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi Teir átta menninir, ið sigla við farmaskipinum Skuranum, sum H.T. Shipping eigur, eru sagdir úr starvi sambært galdandi uppsagnartreytum.

Fýra menn eru við skipinum í senn og fýra eru í landi. Teir hava verið seks vikur umborð og seks heima.

Sum skilst, liggur uppsagnartíðin hjá monnunum um tríggjar mánaðir.

Avtala er gjørd um at selja skipið til ein franskan keypara, og væntandi fer skipið úr Føroyum seinastu ferð seinni í hesum mánaðinum.

Jóhanna á Bergi, stjóri í Faroe Ship, sum eigur H.T. Shipping, sigur, at sølan er ein partur av ætlanunum hjá felagnum og soleiðis eisini ein liður í optimeringini hjá Faroe Ship.

- Hetta er eitt lutfalsliga lítið og gamalt skip. Vit hava nógv skip undir okkara veingjabreiði, og vit hava eisini Sirius eftir, sum framhaldandi fer at sigla við fóðuri fyri okkum.

Spurd, um manningin hevur fingið í boði onnur størv hjá Faroe Ship, sigur Jóhanna, at onkur av manningini hevur fingið tilboð um framhald.

Jóhanna á Bergi vísir á, at bæði Skurin og Sirius serliga hava siglt við alifóðuri ? bæði úr Føroyum og heim til Føroya, eins og skipini hava siglt við fóðuri millum aðrar havnir her um okkara leiðir.

Hon vil ikki upplýsa søluprísin fyri Skuran.

Útgerðarmaður aftanfyri felagið, H.T. Shipping, er Tórhallur Thomsen.

Hann sigur, at orsøkin til søluna er ikki, at minni er at sigla við.

- Tíðin stendur ikki í stað, og marknaðurin broytist. Tiðin krevur størri og betri skip, sigur Tórhallur Thomsen, útgerðarmaður.

Umframt at vera útgerðarmaður, umsitir hann eisini lastbilarnar hjá Faroe Ship.