Skutu fyri Marknagilsdeplinum í dag

Hálvan apríl setti landsstýrismaðurin í mentamálum hakan í fyri byggingini av nýggju skúladepli við Marknagil. Fyrstu arbeiðstakarasáttmálarnir eru undirskrivaðir, grivið er omanav, og í dag varð fyrsta skotið latið av fyri byggingini.

Seinastu tvær vikurnar hava maskinur grivið omanav grundøkinum við Marknagil, har nógv umrøddi miðnámsskúlin skal byggjast. Skúladepilin við Marknagil fer at hýsa einum samanløgdum Studentaskúla, Handilsskúla og Tekniska Skúla.

Í dag varð fyrsta skotið latið av, har millum annað landsstýrismaðurin í mentamálum, Bjørn Kalsø, var hjástaddur.

Samlaða fíggjarætlanin fyri verkætlanina er 515 mió. krónur við innbúgvi og øðrum, og pláss verður fyri umleið 1.300 næmingum. Eftir ætlan skal skúlin takast í nýtslu við skúlaársbyrjan í 2016.

Hesum boðar Landsverk frá í dag.