Fyrradagin varð eldur settur á bilin hjá einum handilsmani í Hirtshals, og í gjárkvøldið skutu ókendir menn inn í handil hansara. Løgreglan sigur við danska kringvarpið, at fleiri skot vórðu latin av inn ígjøgnum vindeygað í handlinum Get Funky Shop, sum er í Nørregade í Hirtshals.
Til alla lukku var eingin inni í handlinum, tá skotini fullu. Løgreglan sigur, at fleiri skothol eru í vindeyganum.
Løgreglan veit ikki, hvørjir gerningsmenninir eru, men vitni sóu tveir bilar fara frá staðnum, sigur DR.