Limir í umhvørvisverndarfelagsskapinum Sea Shepherd hava skotið rakettir eftir japonskum hvalabátum í Suðuríshavinum.
-Fólk av Sea Shepherd-skipinum "Bob Barker" skutu meiri enn 40 bluss og brúktu lasarljós ímóti hvalabátunum, men vit hava ikki frætt um, at nakar fekk skaða, siga japanskir embætismenn.
Á heimasíðuni hjá Sea Shepherd stendur, at tað var tey japonsku skipini, sum lupu á á náttartíð.
-Tveir hvalabátar, "Yushin Maru Nr. 2" og "Yushin Maru Nr. 3", vendu og sigldu beint ímóti "Bob Barker". Hvalabátarnir settu ljóskastararnar á brúnna á "Bob Barker" fyri at blinda manningina, men hvalabátarnir snaraðu, tá tey umborð á "Bob Barker" svaraðu aftur við at brúka lasrljós, skrivar Sea Shepherd á heimasíðuni.
Tað hava verið fleiri samanbrestir millum Sea Shepherd og japanskar hvalabátar í Suðuríshavinum í vetur.